Góða summarferiu
24. Jun 2011
Góða summarferiu øll somul. Farið verður í skúla aftur 15. august, 2011. Hvar og nær vit møta frætta tit seinni.
| «2012»Í dag«Feb» | ||||||
| 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | ||
| 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 |
| 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 |
| 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 |
| 27 | 28 | 29 | ||||
| M | T | M | H | F | L | S |
| Samband |
| Tel. 302580 Fax. 310467 Teldupostur: kom@skulin.fo Lærarastovan í Tórsgøtu Tel. 302584 Lærarastovan í Kongagøtu Tel. 302029 |







Góða summarferiu øll somul. Farið verður í skúla aftur 15. august, 2011. Hvar og nær vit møta frætta tit seinni.
Vit veittra farvæl til farna skúlaárið og siga vælkomin til eitt nýtt skúlaár við nýggjari heimasíðu. - Vit hava verið stak væl nøgd við ta gomlu heimasíðuna, men brúk var fyri eini nýggjari dynamiskari heimasíðu, sum var lættari at dagføra, sigur Martin Karl Olsen,...
Simultantalv var í skúlanum í dag. Sera stórur áhugi var at telva móti Helga Ziska og Sáru Traber. Royndu telvarirnir vunnu øll talvini.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, er farin undir eina rundferð kring landið at vitja skúlar. Fyrst á skránni var Tórshavnar Kommunuskúli, har landsstýriskvinnan fyrst fekk eina rundvísing í skúlanum, lurtaði eftir framløgum m.a. um lesipolitikk skúlans og um royndarundirvísingarætlan í komandi 8. flokkunum....
Um nóg nógv tekna seg, bjóðar Tórshavnar Kommunuskúli í samstarvi við Musikkskúlan, tónleikatilboð í komandi 1. flokki. Í hesari møguligu verkætlanini 2011/12 verða ljóðførini, sum skúlin bjóðar, 3 í tali: Violin, sello, og akkordion (harmonika). Luttøkugjaldið fyri tónleikapartin er kr. 5.000,00 fyri alt skúlaárið....
1.a er valdur til at arbeiða við list burturav. 3 tímar um vikuna fara næmingarnir í arbeiðsskjúrtuna og skifta skriviamboðini út við tekniamboð, penslar, hamarar, leir osfr. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og skulu føra næmingarnar inn í eina listaverð, har hendur og hugflog verða frígivin við...
Her eru nakrar myndir av tá 9. flokkarnir og 10 flokkur fingu prógv mikukvøldið 24. juni.
Kommunusamskipan Føroya hevur kannað viðurskiftini viðvíkjandi næmingum og er komin til ta niðurstøðu, at kommunur hava ikki heimild at vanlukkutryggja næmingar. Ein kommuna kann bert ábyrgdast fyri skaðar, hon sjálv hevur ábyrgd av. Tí kann kommunan hvørki tekna vanlukkutrygging móti fylgjunum av hendiligum óhappum,...