«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

Listin mennir

Listin mennir , listin stimbrar hugflogið, tey handaligu evnini og hugin hjá næmingunum at ganga í skúla. Gevur avbjóðingar í gerandisdegnum og smittar av á fakligu undirvísingina, soleiðis at næmingarnir lættari læra.

Tað er á øðrum ári at roynt verður við listaflokkum í Kommunuskúlanum. Í 1a og 2a verður dentur lagdur á list, og hetta hevur roynst væl.

Nógvar hava uppgávurnar verið í myndlist. Nakað av tíð er farin við at nema við ymiskt tilfar og tøkni. Vitja listasøvn. Men í seinastuni hevur verðið arbeitt við størri verkætlaðum.

Á jólum framførdi 1a sangleikin ’Litkríggj’. Ein leikur við 8 ymiskum sangum og tveimum leiklutum. Ein flott framførsa har næmingarnir í 1a vístu óvanliga stórt dirvi.

Til várs fer 2a at hava eina filmsframførslu, ein víkingafilm, sum 2a hevur arbeitt við hesa árshálvuna. Við íblástri frá m.a. kvæðunum hava næmingarnir arbeitt við storyboard. Skjøldrini og svørðini eru gjørd, og tá ið klæðini eru seymað, kunnu upptøkurnar byrja.

Gleðiligt er, at filmsfólk í býnum hava víst arbeiðnum áhuga og hava bjóðað seg fram at stuðla upptøkunum.