Í Havnardali 25. okt.
Hetta var ein eitt sindur ráligur
heystardagur við nakað vindi av landsynningi. Fyri at fáa undanvind, varð valt
at fara út í Havnardal at ganga fram við ánni. Vit fóru úr bussinum Millum
Horna og gingu oman til brúnna, sum gongur yvir til bóndagarðin hjá Poul
Müller. Síðani fylgdu vit ánni niðaneftir. Gott var at ganga, men onkrastaðni
var hegnið heilt út í ánna, so har noyddust vit at klintra.
Hetta gjørdu vit | Hetta lærdu vit / hetta vandu vit |
- Hugdu eftir plakatum hjá valevnum til løgtingsvalið
- Hugdi eftir staðið, har ferðsluvanlukka hevur verið
- Gingu á bønum hjá Poul Müller
- Teknaðu brúnna um ánna
| - At tað eru sera nógvar plakatir av valevnum í býnum.
- Á bønum vóru ikki bara tamar gæs, har var eisini ein rúgva av villgásum, vit sóu kanska einar 30-50 tilsamans, bæði á bønum og á flogi
- Gamla brúgvin um ánna í Havnardali verður borin upp av einum vakurt lagaðum steinboga. Nýggja brúgvin er ikki so stásilig, sum tann gamla.
- Upplestur úr Mick Harte
- Góða kropslig venjing, bæði runnu, gingu klintraðu
|
Myndirnar hava næmingarnir tikið