
Helena Dam á Neystabø nýggjur næmingur í 2.a
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, er farin undir eina rundferð kring landið at vitja skúlar.Fyrst á skránni var Tórshavnar Kommunuskúli, har landsstýriskvinnan fyrst fekk eina rundvísing í skúlanum, lurtaði eftir framløgum m.a. um lesipolitikk skúlans og um royndarundirvísingarætlan í komandi 8. flokkunum.
Eisini var hon til konsert hjá Litir í Leiki í innskúlingini og til listaframsýning hjá 1.a.
Helena bergtikin
Eftir vitjanina á sjálvum skúlanum lat landsstýriskvinnan seg útiskúlaklæðini, tí nú var nevniliga útiskúlin á skránni. Eitt av foreldrunum í 2.a gjørdi eina samrøðu við Helenu seinni um dagin, har tað kom fram at hon var bergtikin av tí sum hon sá og upplivdi:
- Hetta var ein fantastiskur túrur. Og ikki minst var tað ótrúligt at síggja, hvussu engagerað og hugagóð børnini vóru.
- Vit gingu fyrst eina góða løtu, men longu her var sjónligt, at frálæran á ongan hátt varð løgd á hillina. Næmingarnir lósu millum annað upp vegaskeltini, sum vit gingu framvið, og tá vit so skuldu við bussinum til Hoyvíkar, skuldu tey sjálvandi duga at lesa seg fram til, nær og hvørjum bussi hetta skuldi vera.
- Komin til ferðamálið varð flokkurin býttur í bólkar, og skjótt høvdu tey skipað seg bæði væl og virðiliga, soleiðis at tey kundu fara til verka. Nøkur teirra skuldu í fjørðuna at finna ymisk djór, ið har vóru. Onnur skuldu hjálpa til við at kóka súpan, sum vit fingu at eta, og tá skuldi bæði vigast, lesast og roknast, soleiðis at uppskriftin varð fylgd. Uppaftur onnur skuldu syrgja fyri, at bálið til matgerðina varð gjørt á forsvarligan hátt, og soleiðis kundi eg hildið á fram.
- Í flestøllum lutum var læra og logikkur innbygdur partur av stuttleikanum og upplivingini. Tekning, skriving og sangur var eisini partur av degnum. Legg hartil søgu, mentan og tað at undrast og fatast afturat. Alt eginleikar, sum eru partur av teirri menning og búning, sum er við tilat brynja børn og ungdóm okkara til framtíðar avbjóðingar.
- Umframt bókligu førleikarnir, sum altso eru partur av slíkum útiskúla, so má eg eisini leggja afturat, at eg var imponerað av, hvussu væl næmingarnir dugdu at skipa seg, og at mest sum ongar ósemjur vóru. Tað eru ivaleyst eisini aðrir lutir, sum spæla inn í hesum, men eg ivist onga løtu í, at vikuligi útiskúlin eisini er við til menna hendan partin, sigur Helena Dam á Neystabø at enda.



