Kattakongar og drotningar, frá vinstru: Teitur, Rebekka, Joy og Petur

Føstulávintshald í Kongagøtu

Tað var ein litfagur skari, sum møtti upp í skúlanum í morgun. Har vóru grýlur av alskyns slag, sjóræanarar, prinsessur, krígsmenn, trøll osfr. Um níggjutíðina varð farið at sláa tunnu. Tá ið tunnurnar vóru niðurbardar var farið inn at eta bollar og at drekka saft. Føstulávintshaldið endaði við at kattadrotningarnar og kattakongarnir fingu krúnu á høvdið í Eikilund og so varð farið upp á gólv at kvøða.