«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

Brot úr takkarorðunum hjá skúlastjóranum:

Fyrst tøkk fyri heiðurin. Tað gleðir og fløvar veruliga at fáa slíka viðurkenning. Tað kveikir og eggjar til framhald.

Vit, sum starva innan skúlaverkið, hava tann framíhjárætt, at vit arbeiða við børnum og ungum og royna á besta hátt at fyrireika og tilbúgva tey at møta framtíðini. Tí er arbeiði okkara so ómetaliga spennandi og týdningarmikið.

Eingin leiðsla uttan starvsfólk, og eingin góð leiðsla uttan góð starvsfólk. Vit í Kommunuskúlanum eru ríkað við sera dugnaligum starvsfólki, og eg taki tignarliga heitið, mær er givið í dag, sum eina sømd og viðurkenning av okkum øllum í Tórshavnar Kommunuskúla, starvsfólki og næmingum okkara.

Somuleiðis eri eg sera glaður fyri, at eyguni verða vend ímóti fólkaskúlanum á jaligan hátt, vónandi kann hetta vera við til at leggja eina torvu av jaligum hugburði undir tann loga, sum fólkaskúlin er eisini í okkara samfelagi.

Enn eina ferð hjartans tøkk fyri heiðurin!