«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

1.a – ein listaflokkur

1.a er valdur til at arbeiða við list burturav. 3 tímar um vikuna fara næmingarnir í arbeiðsskjúrtuna og skifta skriviamboðini út við tekniamboð, penslar, hamarar, leir osfr. 

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og skulu føra næmingarnar inn í eina listaverð, har hendur og hugflog verða frígivin við alkyns litum og teknikkum. 

Lyklaorð í undirvísingini eru: 
at uppliva list 
at skapa list 
at seta orð á listina 


Á henda hátt gerst listin bæði mennandi fyri næmingarnar motoriskt og persónliga. 

Tað er týðandi fyri næmingarnar, at teir í sínum arbeiði hava eina góða og jaliga uppliving. Næmingarnir í 1.a hava verið glaðir fyri tímarnar í list. Eftir jólafrí komu teir so ernir í skúla og greiddu frá vøkru málningunum, sum nú hingu á stovubróstinum. 

Spennandi verður, nú næmingarnir eru betur innskúlaðir, at fara á gátt hjá okkara lokalu listarfólkum. Og tá so lýðkan aftur kemur í luftina, liggja skitsublokkarnir klárir og bíða eftir okkum at fara út á tekna og mála.