Felags foreldrafundur verður hóskvøldið 15. mars kl. 19 í Eikilund, skúlanum í Kongagøtu.
Leiðbeining í at nýta Vitanet
Tú sleppur inn á Vitanet umvegis heimasíðu skúlans www.kommunuskulin.fo. Á forsíðuni velur tú Vitanet.
Tú skalt vera loggaður á fyri at síggja upplýsingarnar á Vitaneti. Um tú ikki longu hevur eitt brúkaranavn og loyniorð, so fært tú tað frá:
skrivara skúlans Odu Petersen (302580 ella oda.petersen@skulin.fo)
ella
KT-vørðinum Martin Karl Olsen (martin.karl.olsen@skulin.fo)
Á Vitaneti kunnu tit m.a. síggja hesar upplýsingar um barn tykkara:
-
Persónsupplýsingar
-
Tímatalvu
-
Heimaarbeiði. Um tú vil síggja, hvat barnið hevur fyri heima komandi tíðina, so trýst á Tímatalva og síðani á vikuætlan. Ein kann eisini síggja heimaarbeiðið til ein einstakan tíma við at lata músina hvíla á arkið við blýantinum út fyri tann einstaka tíman.
-
Bólkar. Her sært tú, hvørjar lærarar barnið hevur í sínum lærugreinum.
-
Karakterblað (fyrr ummælisbók). Her koma metini, sum verða givin á jólum, fyrst í mars og síðst í apríl, at standa. (8. og 9. flokkur)
-
Prógv (við endan av 9. flokki)
-
Fráveruyvirlit, sum vísir í %, hvussu barnið er møtt til tær ymsu lærugreinirnar og samlað. (elektrónisk protokoll verður førd hvønn tíma)
-
Verkætlan. Próvdømingin av verkætlanini (9. flokkur)
Nakrar av upplýsingunum kann ein skriva sær út við fyrst at trýsta á teknið fyri pdf (fyrsta teknið til høgru fyri rútin, ið vísir skúlaárið) og síðan á skriva út.
Tá ið tú loggar á fyrstu ferð:
Brúkaranavnið, sum tú hevur fingið frá skúlanum skal skrivast í báðar rútarnar (brúkaranavn og loyniorð). Tú verður síðani vegleiddur í at fáa eitt nýtt serstakt loyniorð.
Riggar ikki at logga á?
-
Brúkaranavn og/ella loyniorðið kann vera skeivt. Vend tær til Odu Petersen ella Martin Karl Olsen.
Kór
Til allar gentur og dreingir í 1. og 2. flokki í Tórshavnar kommunu!
Enn eru pláss í yngra kóri á Musikkskúlanum. Vónandi hevur hetta tykkara áhuga. Um so er, vendið tykkum vinarliga til skrivstovu musikkskúlans. Dreingir syngja mikudagar frá 14.00 til 14.50 og gentur 15.00 til 15.50.
Legg til merkis, tíðin er flutt til mikudag. Kom og syng!!
Joanna og Agnar



