«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

 

Útiskúli

Hvítanes – 18. oktober 2011

Vit gingu gjøgnum býin, oman á Reyn og út á Skansan, har vit fóru upp i bussin til Hvítanesar.

Á veg oman ígjøgnum býin, steðgaðu vit á og prátaðu um ymiskt í miðbýnum, t.d. um tey meira enn 100 ára gomlu trøini, um gamla realskúlan, umframt at kommunuskúlin einaferð húsaðist, har sum skrivstovan hjá borgarstjóranum er í dag. Úti á Reyni høvdu vit ein lítlan fólkafund á Doktaragrund, áðrenn vit løgdu leiðina út í kirkjugarðin á Reyni og síðan út á Tinganes. Eftir hetta gingu vit út á Skansan og tóku bussin niðan á Hvítanes.

Uppi á Hvítanesi kannaðu vit fjøruna, kyndu bál, ótu matpakka, umframt at vit lósu.

 

 

Útiskúli

Kongavarðarnar - 27. september

Vit koyrdu við bussinum út á Hamarin. Haðani gekk leiðin niðan ígjøgnum hagan og heilt niðan á Kongarvarðarnar. Veðrið var av tí allar fagrasta, og lendið var avbera gott at ganga á, so tað gekk bæði skjótt og væl niðaná. Komin niðaná kyndu vit bát og settu okkum at eta matpakkar. Eftir ein góðan steðg gekk leiðin oman aftur, og komu vit oman við AB-húsið. Síðan fóru vit við bussinum av Argjum og heim í býin.

Lagið á næmingunum var sera gott á túrinum, og tey vóru ómetaliga røsk at ganga hendan rættiliga langa túrin.




Útiskúli

Lítla viðarlund - 13. september

Ein fullur bussur við næmingum úr 1. 2. og 3. flokki í Kommunuskúlanum steðgaði á Landavegnum. Haðani gingu næmingarnir eftir Marknagilsvegnum yvir til gøtuna, ið gongur niðan til Hotel Føroyar og síðan inn í viðarlundina. Har varð kynt bál og etið.

Tað hevði regnað rættiliga illa allan dagin og tískil var rættiliga sjaskut, men hetta hugnaði næmingarnir sær eyka nógv við. Tað varð vassað og plaskað í allari rununi og fleiri fingu karm, men eftir at hava rullað sær í grasinum, vóru øll "nærum" rein aftur :D

GG! Frá nú av verður farið á útiskúla kl. 8:30 og komið verður aftur í skúlan í matarsteðginum. Síðan eru tveir undirvísingartímar, áðrenn frítíðarskúlin kemur at heinta næmingarnir.

 



 Útiskúli

Vesturvarði - 30. august

Á okkara fyrsta útiskúla gekk leiðin við bussi út á Norðasta Horn. Vit gingu so út í Havnardal og fóru eftir gøtuni niðan ímóti Vesturvarða. Komin út í hagan kyndu vit bál og settust at eta matpakka. Áðrenn vit gingu víðari, spældu næmingarnir sær eina løtu, og nøkur heintaðu ber.

Túrurin frá Norðasta Horni, ígjøgnum hagan framvið Vesturvarða og oman aftur í skúlan var á leið 6 km, so næmingarnir vóru ómetaliga raskir at ganga!

Á túrinum lærdu næmingarnir í 1. flokki fleiri av hinum næmingunum at kenna :)