Týsdagin 4. okt. var útiskúlin á vitjan í Kirkjugarðinum við Velbastaðvegin og í Kirkjugarðinum á Svínaryggi, gamla kirkjugarði. Orsøkin til at vitjað varð á júst hesum støðum var, at evnið hesa vikuna í heimstaðarlæru var ættarbond.

Sum vant fóru vit við bussi og fóru av, har sum Marknagilsvegurin og Velbastaðvegurin møtast. 

Hetta gjørdu vit

Hetta lærdu vit

  • Tosaðu við mann, sum seldi gravsteinar og eisini skrivaði á teir. 
  • Hugdu eftir gravum og lósu nógv nøvn
  • Sóu gravsteinar hjá hermonnum 
  • Sóu gravstøð hjá sjólætnum
  • Sóu gravir, sum vóru um 100 ár
  • Ein gravsteinur kostar millum 2000 og kanska 10.000 kr. Tann dýrast kostaði 23.000
  • Fólk eita nógv spennandi og forkunnug nøvn
  • Man fer at hugsa nógv um lívið, tá ið man gongur í kirkjugarðinum
  • og eisini at hugsa um fólk, sum man hevur kent, men sum nú eru deyð.
  • Ein grøv er uml. 7 føtur djúp.
  • Í gamla kirkjugarði á Svínaryggi eru nógv trøð og har er heilt øðrvísi enn út við Velbastaðvegin

Myndirnar hava næmingar tikið