Tryggingarskriv
Kunningarskriv um tryggingarviðurskifti hjá skúlanæmingum 7. mai 2010
- Kommunusamskipan Føroya hevur kannað viðurskiftini viðvíkjandi næmingum og er komin til ta niðurstøðu, at kommunur hava ikki heimild at vanlukkutryggja næmingar.
- Ein kommuna kann bert ábyrgdast fyri skaðar, hon sjálv hevur ábyrgd av. Tí kann kommunan hvørki tekna vanlukkutrygging móti fylgjunum av hendiligum óhappum, ið næmingar verða fyri, ella tekna ábyrgdatrygging fyri skaðar, næmingar gera á fólk ella lutir.
- Avleiðingin av hesum er, at tygum sum foreldur hava ábyrgdina av, at barn/børn tygara verða fevnd av tílíkari trygging, um tygum ynskja tað.
- Í skúlum hevur kommunan tó ábyrgdina av bygningum og fysisku karmunum um skúlan. Fær næmingur skaða, tí at viðurskifti, ið kommunan hevur ábyrgdina av, ikki eru í lagi, kemur kommunan sjálvandi at undir endurgjaldsábyrgd, og rindar endurgjald.
Vinaliga, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri
Jákup Simonsen, mentamálaleiðari
Mentamáladeildin
KUNNIN~1 2.pdf 20.02.2012. Kunning frá Tórshavnar Kommunu um tryggingarviðurskifti hjá næmingum



