Tilbúgvingarætlan
Tilbúgvingarætlan í sambandi við álvarsligari sjúku, deyða ella vanlukku.
Inngangur
Tað liggur í tíðini at seta orð á øll fyribrigdi, sum henda í lívsins viðurskiftum. Tað, sum fyrr var friðhalgað at tala um, tagt burtur, elvdi stundum til sálarliga innilokan, einsemi, knýtingar og døpurhuga, alt grundleggjandi bágar fyri allari mennandi læru.
Við at kasta ljós á omanfyri nevndu óundansleppandi veruleikum í einumhvørjum mannalívi eru møguleikar skaptir fyri óneyðugum forðingum í undirvísingini.
Henda tilbúgvingarætlan er heilt einfalt ein leiðregla, 'soleiðis-gera-vit-ætlan', hjá okkum øllum í Kommunuskúlanum, og skuldi hetta lætt um truplu støðuna í sambandi við, at sorgin rakar. Hendan ætlan kundi somuleiðis birt upp undir eina tilvitskugerð um tann leiklut, vit í arbeiði okkara hava, tá tað snýr seg um at vera um teir næmingar og starvsfelagar, vit hava ábyrgdina av og samstarva við.
Vit, sum hava við børn at gera, vita, at børnini knýta seg tætt til okkara. Ikki minst tá tey onkusvegna uppliva stórar hendingar, hava tey stóran tørv á felagsskapinum við tey vaksnu, sum vanliga eru um tey í gerandisdegnum. Hetta er eisini besta verja teirra, um sorgin rakar.
Við hesi tilbúgvingarætlan fáa vit eitt amboð at nýta í teimum støðum, tá vit hava onkran, sum verður raktur av kreppu og sorg. Hetta skuldi verið við til at gjørt, at hvørki næmingur ella lærari kemur at kenna seg einsamallan í støðuni.
Endamálið við hesi ætlan er bert í greiðum vendingum at seta orð á, hvussu vit gera, tá sjúka, deyði ella vanlukka rakar okkum í skúlanum ella nærmastu okkara.
Felags missur
Næmingur leingi burtur:
- Flokslærarin/toymið tosa saman og tosa við foreldrini um støðuna.
- Flokslærarin kunnar hinar lærararnar og næmingarnar.
- Flokslærarin skipar fyri tiltøkum so sum vitjanum – brøv/tekningar.
- Møgulig tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur.
Tá næmingur doyr
Næmingurin hevur verið leingi sjúkur.
- Leiðslan, um hon fyrst fær boðini, ringir til flokslæraran og ein í tilbúgvingarbólkinum.
- Flokslærarin kunnar flokkin. Heldur hann seg ikki til, vendir hann sær tilbúgvingarbólkin.
- Allir lærarar um flokkin verða kunnaðir um støðuna.
- Skúlin vindur flagg á hálva stong.
- Tøgn 1 min. undir morgunsanginum, har næmingarnir fáa boð um, hví flaggað verður.
- Næmingar og lærarar kunnu í felag fylgja.
- Flokkurin kann senda krans ella blómur.
- Skúlin sendir krans ella blómur.
Næmingur doyr brádliga
- Leiðslan boðar flokslæraranum og tilbúgvingarbólkinum frá, so skjótt boðini eru komin.
- Flokslærarin og ein í tilbúgvingarbólkinum tosa saman og seta seg í samband við heimið.
- Lærarar og næmingar fáa boðini hvat er hent og nær prát í flokkinum um deyða, sorg, miss og kenslur møguleiki at leggja tímarnar niður og skipa dagin á ein serligan hátt.
- Skúlin vindur flagg á hálva stong.
- Tøgn 1 min. undir morgunsanginum, har næmingarnir fáa boð um, hví flaggað verður.
- Næmingar og lærarar kunnu í felag fylgja.
- Flokkurin kann senda krans ella blómur.
- Skúlin sendir krans ella blómur.
Lærari/starvsfelagi
Tá ið lærari hevur langa sjúkralegu:
- Leiðslan kunnar tilbúgvingabólkin og sigur hinum lærarunum frá.
- Blómugrunnurin sendir heilsan.
- Onkur, ið kennir viðkomandi væl, hevur hóskandi samband.
Tá ið lærari doyr:
- Leiðslan setur seg í samband við familjuna og tilbúgvingarbólkurin fær boð. Leiðslan kunnar lærarar og næmingar.
- Næmingar, sum hava havt læraran, fáa eina serliga kunning.
- Serligan morgunsang/minningarhald.
- Toymið/hóskandi lærari tekur yvir tímarnar hjá tí deyða.
- Flaggað verður á hálvari stong.
- Okkurt serligt til jarðarferðina.
- Skúlin stongdur undir jarðarferð.
Um flokslærari í teimum smærru flokkunum doyr:
- Tilbúgvingarbólkurinbólkurin átekur sær tímarnar fyri læraran, um annar lærari ikki kann.
- Tosar opið við næmingarnar um, hvat hent er.
Missur hjá tí einstaka
Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku:
- Flokslærarin setir seg í samband við heimið, og í samráð við tey verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.
- Flokslærarin kunnar allar lærarar og næmingar í flokkinum um sjúkuna ella vanlukkuna.
- Eru fleiri systkin í skúlanum, mugu allir lærarar tosa saman, so felags mannagongd verður fylgd.
- Fylgja við, um broytingar eru við næminginum, sum eigur sjúk foreldur/systkin.
Tá ið avvarandi hjá næmingi doyr:
- Ein í tilbúgvingarbólkinum fær boð frá leiðsluni ella flokslærara.
- Flokslærarin kunnar allar lærarar í flokkinum.
- Flokslærarin kunnar flokkin um støðuna, møguliga saman við tilbúgvingarbólkinum.
- Flokslærarin kunnar foreldur at hinum næmingum í flokkinum.
- Eru fleiri systkin í skúlanum, mugu allir lærarar tosa saman, so felags mannagongd verður fylgd.
- Fylgja við, um broytingar eru við næminginum, sum hevur mist.
Tilbúgvingarbólkurin:
Í tilbúgvingarbólkinum sita skúlaheilsufrøðingurin og 3 lærarar, sum eru valdir av námsfrøðiliga ráðnum.
Valið fer fram á fyrsta fundinum í skúlaárinum.
Uppgávan hjá tilbúgvingarbólkinum er umframt:
- Fylgja við næmingunum/starvsfeløgum ígjøgnum skúlaárið.
- Virka sum stuðul, har tørvur er á tí.
- Fylgja upp og eftirmeta tiltøk í árinum, sum fór
- Eftirmeta og dagføra tilbúgvingarætlanina
- Fylgja við hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt dagføra og ogna sær nýggja vitan um evnið Í hesum sambandi hevði verið ynskiligt, at leiðslan játtar bólkinum samlaðum at luttaka á hóskandi skeiðum/ráðstevnum.
- Tilbúgvingarbólkurin hevur regluligar fundir , tríggjar ferðir um árið, umframt eftir tørvi.



