«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

Boð

          Páskafrí

Nú fara vit so í páskafrí. Í ár verður tað ein lang páskafrítíð, tí vit síggjast ikki aftur fyrr enn mánadagin 16. apr. kl 8:00. Góða páskafrítíð :)

 

Allir lærarar á skeiði, og næmingarnir frí.

Mánadagin 27. feb. 2012 kl. 09.00 – 15.00 skipar Mentamálaráðið fyri læraraskeiði í fakligari lesing í Kommunuskúlanum.

Næmingar skúlans hava frí hendan dag.

Tórshavnar Kommunuskúli

 

13. feb. 2012

Vitanet riggar ikki í løtuni, so vikuætlanina verður løgd út so skjótt sum gjørligt.

Lesið tó heima í 10 min um dagin.

 

 

Praktikantar

Hósdagin 9. feb, 16. feb og 23. feb hava vit praktikantar frá læraraskúlanum. Tey skulu einans vera við til ítróttartímarnir. Tey eru Anna Herup Høgnesen, Dánjal Danielsen og Linda Dam Jacobsen.

 

 

Vilhelmina í Dali

Týsmorgunin 7. februar kl 9:00 kemur Vilhelmina í Dali at kvøða saman við okkum niðri undir í Eikilund.

 

 

Dansa føroyskan dans

Nú vit eru komin inn í nýggja árið, fara vit undir at venja kvæði til føstulávint. Í fyrsta flokki venja vit "Øskudólgur og sópingarkona". Vit fara at kvøða hvønn hósmorgun saman við hinum í innskúlingini. Tit fara at venja "Øskudólgur og sópingarkona" heima, og harafturat venja vit "Veturin kom við kulda og kava" og "Burtur á heiði" í skúlanum.

 

 

Allir lærarar á skeiði, og næmingarnir frí.

Fríggjadagin 25. nov. 2011 kl. 08.00 – 16.00 og mánadagin 27. feb. 2012 kl. 09.00 – 15.00 skipar Mentamálaráðið fyri læraraskeiði í fakligari lesing í Kommunuskúlanum.

Næmingar skúlans hava frí hesar báðar dagar.

Tórshavnar Kommunuskúli

 

 

Trygdarvenjing

Mentamálaráðið hevur álagt skúlunum at hava eina tilbúgving í samband við skotvanda. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini trygdarvenjing í morgin, mikudagin 16. nov. millum kl. 10 og 11.

 Venjingin fer fram á sama hátt, sum eitt nú ein venjing í samband við brunatrygd. 

Endamálið við venjingini er at fyrireika hvønn einstakan sum best, um slíkur vandi skuldi staðist.

Við kvøðu,

 Arbeiðsbólkurin.


 

At heinta næmingar hósdagar


Av tí at eingin fimleikahøll er í skúlanum í løtuni, hava vit lænt fimleikahøllina í Sankta Frans Skúla. Okkara fimleikatími liggur seinasta tíma hósdagar, og fyri at fáa sum mest burturúr tíðina, hava vit gjørt avtalu við frítíðarskúlan, at tey heinta næmingarnir uppi í Sankta Frans Skúla hósdagar.