«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Samband
Tel. 302580
Fax. 310467
Teldupostur: kom@skulin.fo

Lærarastovan í Tórsgøtu
Tel. 302584

Lærarastovan í Kongagøtu
Tel. 302029

 

Starvslýsing

Lærarastarv

Hetta starv er lýst leyst at seta frá 1. februar 2012 og skúlaárið at enda

1 lærari í tíðaravmarkað starv fyri lærara í farloyvi.

Søkt verður eftir lærara, sum

*dugir at samstarva, er virkisfúsur og fyrikomandi

*er fúsur at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur

*leggur dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving.

Skúlanum tørvar lærara, ið kann undirvísa í miðdeildini og framhaldsdeildini í hesum lærugreinum:

Føroyskum, smíði, støddfrøði og ítrótti.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 16. januar 2012 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um skúlan og starvið á heimasíðuni og við at venda sær til skúlastjórans, tlf. 30 25 80.