Prag dagbókin 2011
PRAGDAGBÓK
4/11-11
- Vit komu umborð í øllum góðum í gjárkvøldi; fólk fegnaðust um kamarsbýtið og spent fóru tey á kanningarferð kring skipið mikla ...
- Um midnáttarleitið var gongin á dekk 5 mestur átøk eini kumbaya-legu (tó uttan opnan eld) við ukulele-spæli og felagssangi ... ordiliga hyggens ...
- Annars var náttin friðarlig ... tað rullaði als ikki so illa, sum fryktandi var fyri undan fráferð, og tó eru í skrivandi stund ikki komnar inn skaðafráboðanir sjóverki viðvíkjandi, so heilt vís kunnu vit ikki vera í hesum uppáhaldinum!
- Dagurin í dag er frídagur, og sleppa vit at sova leingi ... men snópisligt var tað hjá teimum morgunfrískastu av okkum at koma á stongdar dyr, tá ið vit høvdu glett okkum til kendu morgunmatar-buffettina ... í staðin settust vit í Caféteria og nøktaðu verstu svongdina við eini sannari sjoko-uppliving: Coco Pops; Nutella og Classic Matilde Chokolade Mælk ...
Hetta verður stórt!!!
5/11-11
"At ferðast er at liva," sigur HC Andersen; men umborð á Norrønu ein fríggjadag millum lond staðfesta vit, at tað at flyta C frá A til B er nakað heilt annað ... Hetlendsku oyggjarnar fóru framvið í øllum stillum, uttan at nakar sum so gav sær far um tær ... plagdi báturin ikki einaferð at leggja at har?
Annars er synd at siga, at nógv er at gera umborð ein heilan og mega langan fríggjadag, men sjálvandi vit gingu aftur og vit gingu fram og vit gingu fýra og vit gingu seks og aftur og aftur funnu vit hvønn annan í Caféteria ... og har bar til hjá onkrum av okkum, tá tey børnini, sum eru eitt syndur yngri enn vit vóru løgst, at prøva fantastisku hamsterville-spæliplássið úr herdum gummi ... løgd við plasti vóru eisini UNO-kortini, ið summi av okkum so smátt sum dagurin leið, lærdu at halda á ...
Hæddarpunktið henda langa dagin var kl. tíggju um kvøldið í Naustini, har gittarellan hjá Ara varð skift um við eina (ein?) gittar (a?), og drongurin sang og spældi fyri okkum øllum somlum Rolling in the deep, Wonderwall, Blackbird og A team ... helgens altso, fyri einum ári síðani spældi Ari slett ikki!
Uppi á vóru vit nakrar, sum lógu so sárar og bondaðu í sjóverksneyðini, men nú vit eru á vegis inn eftir donsku landgrynnuni og allar eru svøvntar er lagið betri ... vit fáa etið aftur og eru farnar at gleða okkum MEGA ...
Meiri seinni :-)
8/11-11
Leygarmorgun byrjadi i graara litbrigdinum medan danska laglendid dagagi undan, men skjott stodu vit frammanfyri eydkenda reyda bussinum hja danskaranum Bent, id koyrir fyri okkum alla vikuna.
Farast kundi nu undir transportina gjognum soguliga Evropa ... vit skuldu to lika stedga vid tad knapt so soguliga McDonaldsid uttan fyri Vejle, har unglingin handan diskin foldi seg noyddan at spyrja uppaftur, um vit veruliga meintu, at vit skuldu hava 47 BigMac matskrair ... og so for maskinariid i gongd ... 17 og 1/4 minutt seinni hovdu oll fingid sitt --- ikki sort onkur kundi laert av ti har heima, helt onkur fyri :-)
Tann, sum a sinni fann upp a sangin "Nu koyra vit i bussi, tad er ein gamal ein..." kann ikki hava sitid leingi i honum, ti vit voru raettiliga eym a aftara - og serliga nidara partinum av kroppinum, ta glamlysid ur tyska hovudsstadnum sast a luftini fyri framma ... Entlish!
Vallaraheimid la mitt i hjartanum av Berlin - beint vid Zoo-stationina ... men sjalvandi skuldi vera fridur tidliga, og tad voru vit so sjalvandi eisini :-)
Sunnudagur
"Ich bin ein Berliner", segdi Kennedy a sinni, og nu hava vit saed baedi, hvar hann segdi hesi vidagitnu ord, og onkur okkara hevur ennta eisini smakkad henda fantastiska bolla ...
"... then we take Berlin!" sang Leonard Cohen, og tad gjordu vit so fra niggju-null-null-dutt til einaferd um try tidina vid guidadari bussrundferd i soguliga hovudsstadnum, har Frank (sum tosadi danskt) greiddi okkum fra um Murin, um Nazistarnar, Kommuistarnar, Bunkaran, Checkpointid - har vakturin i amerikanskum bunad visti seg at vael at skilja, hvat meint var vid, ta peikad var eftir honum og ordid "arbeidid" vard sagt hart ... Eg arbeidi eisini i kaffibarrini, tit just eru komin ur! Na, tit eru ur Foroyum, tad var stuttligt, har havi eg ikki verid! A, so tit skulu vidari til Prag, tad er ein spennandi byur! Annars, um tit eru sogu-ahugadi, kunnu tit keypa replika-ddr-pass og faa tey stemplad vid upprunaligu stemplunum fra teimum fyra zonunum ...
Avgjort ein fryntligur madur ...
Tad var eitt upplivislid fyri seg, at ganga gjognum vidagitna Brandenburger Tor - har so nogv spennandi er hetn ... og ikki minst hugtakandi var at siggja koparstandmyndina ovast a portinum og vita saer, at hana tok Napoleon vid saer til Fraklands, bara ti hann kundi :-)
Vit fingu so godar tveir timar fyri okkum sjalv i Berlin ... og vit eru fleiri, sum heilt sikkurt aetla aftur hagar ... og so vard farid vidari sudureftir moti Kekkia non-stop (og ta vit endiliga stedgadu, sluppu tey ut, sum allarringast vildu ____, men i haegst 13 min! ti annars risikeradi bussurin at skula standa stillur i 45 min ... EU-reglar) ... og so koyrdu vit moti Prag ... og til vinstru var eitt slott akkra sum i einum filmi ... og so eitt sindur seinni var aftur eitt nu til hogru ... hetta er so spennandi!!
Vit komu a hotellid um attatidina ... og skuldu ut at eta ...
So gingu vit ein stuttan tur runt i kvarterinum og hugdi eftir einari kirku ...
I morgin skulu vit siggja byin ordiliga a guidadari rundferd ...
9/11-11
Mánadagur
Vit vaknaðu spent og kagaðu upp á luftina ... viss hetta er subtropiski stormurin, tey siga herjar miðevropa í dag, so bring it endiliga on baby, tí hetta er sum fagrasti føroysku hásummarsdagarnir.
Danska guidin, sum aktar navnið Hendrik og veit eina hundans rúgvu, sum vert er at vita um Prag og omegn stóð og trippaði uttanfyri hjá grønmetisseljaranum úr Vietam, ið hevur sína búð beint við hoteldyrnar, tí tað dróg út at fáa samlað okkum øll ... tað var allatíð onkur, sum líka skuldi okkurt, og so skuldi onkur annar bara líka okkurt annað ... men langt um leingi ... soleiðis cirka 47 minuttir seinkaði fóru vit endiliga avstað við sporvogni nummar 8!
Málið var borgin í Prag!
... oy, oy, oy, sum har var nógv spennandi at síggja ... vaktarnir, sum mugu standa pinnastillir í 60 minuttir og hyggja beint fram, vórðu nógv fotograferaðir ...
... Sankta Vittus katedralurin var ótrúliga flottur, men tíverri vóru vit so mikið nógv forsinkaði, at vit ikki ordiliga fingu stundir at síggja alt, sum var har inni ...
... útkomin aftur í november sólina hoyrdu vit um ride-in riddarasalin og gyltu-gøtuna, sum kanska slett ikki var uppkallað eftir alkymistunum, sum arbeiddu har á sinni, men heldur eftir tí, sum teir og familjurnar lótu frá sær av lívrunnum tilfari, ið so rann í undanbrekkuni ...
Vav, sum útsýnið er gott frá borgini út yvir býin ... á, my God!! ... hopi bílætið verður gott!!
Kekkar ganga øðiliga høgt upp í sínar kongar! Serliga tveir verða tiknir fram tá teir fortelja sína søgu. Annar æt okkurt við ... minnist ikki, beint nú ... men hann hevði eina gloriu við 5 stjørnum í um høvdið og eina konu, sum æt Maria Teresa, ið forrestin hevur lagt navn til Terezin, ið vit skulu vitja mikudagin.
Hin æt Karl, og hann var tann fjórði í røðini, og hann er stórur í Prag, og hann er veldigur í Kekkia! Hann hevur bygt borgir, skansar, hús, múrar og ikki minst eina veldiga, flotta brúgv, sum gongur frá borgini oman í gamla býin.
Á veg út á brúnna steðgaðu vit við heimsins einastu ljós-reguleraðu trappu, ið er so smøl, at tveir mans ikki kunnu møtast á henni ... hond upp á tað!
Ná ... men annars hava tey eina klokku í Prag, sum er verðinskend ... hon mátar tímarnar og minuttirnar sum aðrar klokkur; men hon vísir eisini gongdina hjá himmallikamunum og mánaðarskiftini og alt møguligt ... og fríggjadagin er meiningin at vit skulu fara at hyggja at serligu framsýningini ið er tá ið klokkan slær heilan tíma ... tað kann væl vera tað er sovrit, ið guidir siga vera spennandi uttan at vera tað ... men nú fáa vit at síggja!
Vit lærdu at koyra við metro ... og støðin vit koyra frá er Namesti Republicy ... um onkur skuldi havt hug at googla tað har heima ...
... og nú fóru vit á GULA MARKNAÐIN ... og tað var skeg ... og special price for you my friend ... og ikki minst billigere end BILKA!!
Vit fingu so nakrar tímar fyri okkum sjálv inni í býnum, áðrenn vit fóru heim aftur á hotellið - ið liggur beint við støðina KRICIKOVA - og skuldu halda frið klokkan 22 .... yeaaaaahhhh right ;-)
... nåmmen týsmorgun skulu vit til Kudna Hore ... har beinkirkjan er ...
(dagbókin verður ajour, áðrenn farið verður av hotellinum hósmorgun!)
10/11-11
Kudna Hore - Silvurfjallið - liggur hálvan annan tíma við bussi uttanfyri Prag ... tað er einasti býurin av hampuligar stødd (burtursæð frá Prag, sjálvandi), sum vit síggja í Kekkia á hesum sinni ...
Silvurið var so nógv og so reint, at Kudna Hore í nøkur hundrað ár beinleiðis kappaðist við Prag um at gerast týdningarmest býurin í landinum, sum brøðurnir Tjekk og Lekk á sinni gingu gjøgnum ... Lekk fór upp á fjallið og leit út yvir dalin, men dámdi ikki rættiliga tað hann sá og fór tí víðari við sínum monnum norður og stovnaði Pólland ... Tjekk kom nakað seinni til sama slóknaða gosfjall og steig upp á tað og skoðaði dalin ... Jú, her var gott at vera!
... og soleiðis komu kekkar at búgva í Kekkia!
Ná, men aftur til Kudna Hore: Tað er næstan sum at ganga í einum ævintýrfilmi við prinsum og prinsessum og heksum og trøllum og trøum og slottum og øllum sum ævintýrligt er ... her stendur til dømis Sankta Barbara katedralurin (googlið tað...), og har vóru vit inni ... og keyptu summi minnismyntir frá býnum inni í Barbarukirkjuni ...
... í Kudna Hore er eisini ein onnur kirkja, og hon er MEGA creepy ... tí alt veggjaprýði og ljósakrúnan við var gjørt úr menniskja-kongum ... jeps, tú las rætt, ALT var gjørt úr mannabeinum!!!
Tá vit komu aftur til Prag gingu vit ein langan, drúgvan, kringlutan túr gjøgnum smalar, krókutar, svingutar gøtur í gamla býarpartinum, so vit kundu fáa kensluna av, hvussu jødiski býarparturin sá út í sínari tíð ... Upprunaliga ghetto'in varð tikin niður um aldarskiftið 1900, tí tað var alt ov møtimikið at leggja vatnleiðingar inn í økið, so hetta var the next best thing ...
Úr gamla býnum fóru vit yvir at hyggja eftir minnismerkinum fyri Jan Pallack, sum í 1969 brendi seg sjálvan at mótmæla sovjettisku innrásini í Kekkoslovakia, tá ið sibirsku vetrarvindarnir blástu várið í Prag inn í søgubøkurnar ...
... og so fóru vit at eta ... og sluppu at ganga sjálvi runt í býnum nakrar tímar!
Helgens her eru nógvir HANDLAR!!!
Mikudagur
Terezin - hermannafongslið frá keisaratíðini, ið gjørdist millumstøð í nazistisku jødatýningini undir krígnum.
Brrr ... sjálvt um tað var creepy í beinkirkjuni, var hetta nógv verri ... at ganga her og síggja skeltið við "Arbeit Mach Frei" innskriftini og vita sær, at fleiri fólk doyðu her undir krígnum enn tað búgv fólk í Føroyum í dag er ræðuligt!
... at vera førd til eitt stað, har tey skutu fólk!
... at fáa ávíst eitt hugnaligt stað millum vøkur trøð og fáa at vita, at her vóru fleiri hundrað fólk tveitt í eina hópgrøv!
... at sleppa inn í krematoriummið, har tey brendu upp til hálvt annað hundrað lík um dagin til øsku!
... at síggja staðið, har øskan frá 20.000 fólkum var stoytt í ánna!
... men tað ringasta var næstan at síggja framsýningina við tekningum børnini í Terezin høvdu teknað og vita sær, at tey allarflestu ikki yvirlivdu kríggið!
----
----
Tíbetur var tað rættiliga upplívgandi hjá okkum at sleppa í Globus-centrið beint við Hotel Aura (har teir fyrstu flokkarnir úr Kommunuskúlanum gistu, tá teir vitjaðu Prag fyri nøkrum árum síðani), tí hetta var fantastiskt!
- Man kundi keypa eitt 4,5 kilo stórt Toblerone!
- Man kundi keypa eina Nutella krukku við 6,3 kilo'um av nutella í!
... og sjálvandi alt millum himmal og jørð annað!
(tí valdu summi at keypa jólapynt!!)
---
Og so fóru vit aftur í Gula Marknaðin eina løtu
... og um kvøldið vóru vit heima á hotellinum og fóru í Pizzaria (grannahúsið) at eta ...
... í morgin sova vit leingi!
11/11-11
Hósmorgunin fór allur, sum hann var, áðrenn vit eitt korter til tólv endiliga fóru umborð á Sporvogn 8, ið skuldi føra til Tekniska Museummið --- men tað var nú ikki so galið at sova leingi :-)
Tað var eitt sindur langt at ganga, men knappliga stóðu vit har --- og sum ikki einaferð kundu vit velja: Tekniskt Museum ella Traktor Museum ... skuldu vit hyggja eftir eini tøkniligari framsýning, har vit kundu fylgja menningini seinastu nógvu øldirnar, ella skuldu vit hyggja eftir live-size traktorum úr gomlu kommunistalondunum seinastu øld? ... valið var slett ikki so svert, sum tú kanska kundi hildið ;-)
Á museumminum var ein stór høll, har flogfør í fullari stødd hingu niður úr loftinum, súkklur - bæði tær, sum skulu traðkast í gongd, og tær við motori - stóðu á svalanum framvið, og niðast stóðu bilarnir ... bilar - bilar - bilar ... gamlir bilar, avgamlir bilar, veteran bilar, brannbilar (ein var enntá úr træ við útskornum blómumynstri á), gangstara bilar ... og ... Oh, Lord, won't you buy me ... jú ... hann var har eisini: MERCEDES BENZ ...
... og so tvey kolsvørt lokomotiv, ið fyri tað kundi verið tikin úr einum amerikanskum western --- í fullari stødd!! ---- Fab!!
... har var eisini ein fitt lítil tyrla ...
---
Astronomiska framsýningin var eisini fantasiskt, og har slapp man at nema við sumt, so man kundi kanna, hvussu ljós verður brotið og alt møguligt annað um størnur og planetir ...
---
Men tað var nakað leingi at skula vera tríggjar tímar her úti, so vit skarvaðu ein tíma burturav, og fóru longu klokkan tvey gangandi yvir um ánna og aftur móti okkara kæra NAMESTY REPUBLICKY ... og so kundu vit fara í gongd við landalæru-uppgávuna, ið skal leggjast fram, tá vit koma heim aftur á klettarnar ...
... annars høvdu vit frí til kl. 20.00 ...
Í morgin er meiningin at pakka bussin kl. 10.00, so vit noyðast at pakka tað mesta longu í kvøld ... og í morginári fara vit niðan á kirkjuna at taka okkara floksmynd kl. 11.11 tann 11nta í 11 ... tað verður ið hvussu er eitt fínt minni at hava!
Aftaná floksmyndina er meiningin at vit gera landalæruna lidna, shoppa tað seinasta og síðani hittast undir klokkuni kl. 16.55 (so vit síggja hana sláa), og so fara vit oman á bátin, tí vit skulu á kanalrundferð, sum tey kalla tað ... áðrenn farið verður norður eftir aftur ...
Tað hevur verið eitt frálíkt upplivilsi ...
13/11-11
"Eg eri ikki sjúk!" trallaði gentan, sum svór uppá, at hon vildi heldur enn fegin fara sjálv allan vegin til Billund og flúgva heim mikumorgunin, tí túrurin niður hevði verið henni so strævin, at hon nú varð lekt fyri allan flúgviótta, ið hon annars hevði verið plágað við í áravís ...
... gott at hoyra, tí nú vit hvørja løtu koma inn undir hetlendska Sumbiarhøvdan, kunnu vit fegin staðfesta, at allir næmingarnir eru úthvíldir og glaðir ...
... hinvegin vóru vit móð, tá ið bussurin hjá Franks Rutefart kl. 14.24 koyrdi út móti farstøðini í Hirtshals eftir at hava koyrt non-stop síðan sjafør-skiftið í Aarsholm góðar fýra tímar frammanundan!
Men tá høvdu vit eisini eftir lítlari løtu fylt bussin við toll-fríum bommum, sodavøtnum og øðrum lekkrum við sukri í sunnanfyri danska markið ... Border-shopping er akkra líka skeg, sum tey lovaðu okkum! - Har vóru ið hvussu er tveir, sum høvdu keypt ein heilan platt av øli :-)
...
Vit høvdu koyrt alla náttina ... og sæð Harry Potter tvey - sjey ... nei, sjey - tvey, tí tað skuldu vit! Ikki tí tað var ein væl betri filmur enn hasin um dreingirnar, sum høvdu orkerstur, ið vit sóu á veg niður; men annars var busstúrurin róligur, tá sæð verður burtur frá, at serligt formaða ballónin, Steingrímur hevði keypt á Gula Marknaðinum, brast og kornuta-vætan sprændi út á alt og øll, sum frammanfyri vóru ... tá var onkur lotur ... og onkur annar fekk látikrampa :-)
...
Stuttligt var tað eisini at standa mitt í Prag og syngja Tjóðsangin, KÍ-sangin, TB-sangin og Regin Smið so hart og lukkuligt, at montenegrinsku fótbóltsfjeppararnir, ið settu sín eyðsýnda dám á síðsta dagin hjá okkum í Prag við sínum rópi og skráli og rómaraljósum, høvdu øvunda okkum ... tí tað kláraðu vit 47 føroyingar minst líka væl sum teir 4586 vitjandi úr Svartfjallalandi, ið komnir vóru at heppa á liðið hjá sær ... hvat endaði dysturin forrestin við? Nakar sum veit?
...
Tað hevði virkað sum eitt gott hugskot at savnast undir klokkuni kl. 16.55, men í montenegrinska meldrinum og millum mongu nýgiftu pørini, ið lótu seg avmynda á sama stað í hestavognum hesa romantisku eitt-tals-løtuna, ivaðust lærararnir eitt vet, um tað skilagóða í at hittast mitt í hesum menniskjahavi, har 47 føroyingar muna lítið ... heldigvís hoyrdist onkur av teimum nokkso væl burturúr ;-)
...
...
Færri enn tjúgu tímar eru nú eftir, til vit koma á Havnina, og nú riggað vit av á hesum sinni ... tað hevur, sum sagt verður í amerikonskum krígsfilmum verið "a priviledge" og heldur ikki her var nakar "left behind" ...
Takk fyri :-)



