Leiðbeining í at nýta Vitanet

Leiðbeining í at nýta Vitanet.

Tú sleppur  inn á Vitanet umvegis heimasíðu skúlans (www.kommunuskulin.fo) . Á forsíðuni finnist valmøguleikin Vitanet.

Ein skal verða áloggaður fyri at síggja upplýsingarnar á Vitaneti. Brúkaranavn og Loyniorð fáa tit frá skrivara skúlans Odu Petersen (302580 ella oda.petersen@skulin.fo)

Ella Kt-vørðinum Martin Karl Olsen (martin.karl.olsen@skulin.fo)

 

Á Vitaneti kunnu tit m.a. síggja hesar upplýsingar um barn tykkara:

 

  1. Persónsupplýsingar
  2. Tímatalvuna
  3. Heimaarbeiði. Um tú vil síggja, hvat barnið hevur fyri heima komandi tíðina, so trýst á Tímatalva og síðani á vikuætlan. Ein kann eisini síggja heimaarbeiðið til ein einstakan tíma við at lata músina hvíla á arkið við blýantinum út fyri tann einstaka tíman.

Gev gætur! Um ein vil síggja ársætlaninar fyri tær ymsu lærugreinirnar, onnur styttri ella longri boð, myndir og frásagnir, so má ein fara á floksheimasíðuna, sum ein eisini finnur á heimasíðu skúlans.

  1. Bólkar. Her sært tú, hvørjar lærarar barnið hevur í sínum lærugreinum.
  2. Karakterblað (fyrr ummælisbók). Her koma metini, sum verða givin á jólum, fyrst í mars og síðst í apríl, at standa. (8. og 9. flokkur)
  3. Prógv (við endan av 9. flokki)
  4. Fráveruyvirlit, sum vísir í %, hvussu barnið er møtt til tær ymsu lærugreinirnar og samlað. (elektrónisk protokoll verður førd hvønn tíma)
  5. Verkætlan. Próvdømingin av verkætlanini (9. flokkur)

 

Nakrar av upplýsingunum kann ein skriva sær út við fyrst at trýsta á teknið fyri pdf (fyrsta teknið til høgru fyri rútin, ið vísir skúlaárið) og síðani á skriva út.

 

Tá tú loggar á fyrstu ferð:

Brúkaranavnið, sum tú hevur fingið frá skúlanum skal skrivast í báðar rútarnar (brúkaranavn og loyniorð). Tú verður síðani vegleiddur í at fáa eitt nýtt serstakt loyniorð.

 

Riggar ikki at logga á?

a)      Brúkaranavn og/ella loyniorðið kann vera skeivt. Vend tær til Odu Petersen ella Martin Karl Olsen.