Stundum fáa næmingarnir brøv heim við, har kunnað verður um ymiskt.
Tey verða eisini løgd her á síðuna:
Mánaðarbræv – februar 2012
Hetta er næsta mánaðarbrævið í hesum kalendaraárinum.
Foreldraviðtalan
Foreldraviðtalurnar eru nú avgreiddar, og tað fløvaði hjá okkum, at tit møttu so fjølment.
Skuldi tað tó verið so, at eitt hvørt eftir, ið tykkum tørvar at tosa við okkum um, ella at okkurt stingur seg upp, sum má umrøðast, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum hesum viðvíkjandi.
Verkætlanin
Verkætlanarvikan stendur fyri framman, og man tað tí vera hóskandi, at vísa á hvør leisturin er hesa vikuna.
Allir næmingarnir møta hvønn morgun kl. 8.00.
Á morgunfundinum skulu bólkarnir skriva sína dagsætlan, har teir við 3-5 punktum vísa á, hvørjum málum ætlanin er at røkka tann dagin.
Hetta skjal við dagsætlanini á, hevur eisini ein teig, har næmingarnir við dagslok skulu skriva, hvat teir so reint faktiskt náddu at gera.
– Hetta er fyri at hjálpa bólkunum í logbóksskrivingini.
Hvønn dag kl. 14.00 skulu bólkarnir seta seg í samband við lærararnar til eina eftirmeting av, hvussu dagurin er gingin, og hvat er avrikað í bólkinum.
Mikudagin 8/2 skulu bólkarnir boða frá, hvar tær ætla at hava sínar framløgur, tí so fáa vit stundir at seta saman skránna fyri framløgurnar, ið byrja mánamorgunin 13/2.
– Skráin fyri framløgurnar verður kunngjørd um døgurðamundið fríggjadagin.
Mikudagin skulu næmingarnir eisini hvør í sínum lagi hava gjørt upp við seg sjálvan, um teir ynskja at fáa verkætlanina talmerkta – tvs, um teir vilja hava karakter fyri uppgávuna.
– Ynskið er bindandi!
Í samband við verkætlanina kann tað koma fyri, at næmingarnir hava ávísar útreiðslur. Skúlin letur í hesum sambandi upp til kr 100,- fyri hvønn næming í bólkinum í stuðli til keyp av tilfari, sum nýtast skal til verkætlanararbeiðið. Fyri at fáa hesar pengarnar skulu næmingarnir venda sær til skrivstovuna.
– Hetta eru ikki matpengar! J
Fríggjadagin 10/2 kl. 15.00 er evstamark fyri at lata inn samlaða verkætlanaravrikið.
Tvs. at alt, sum skal brúkast í framløguni – uppgáva, PowerPoint, filmur (o.a) – og logbøkurnar verður latið lærarunum, áðrenn farið verður til hús hendan dagin..
Ymisk í februar
- Freistin at søkja inn á ymsu miðnámsskúlarnar (og NámX) til framhaldandi lestur komandi ár er framvegis 15/3, og í hesum sambandi heldur verandi skrá fram, ið lestrarvegleiðarin hevur lagt.
- Mánadagurin 20/2 er føstulávintsmánadagur, og tað er væl møguligt, at okkurt tiltak av felagsáhuga verður fyriskipað í 9ndu flokkunum, men akkurát um talan verður um luttøku í føstuhaldið hjá restini av skúlanum, ella um vit skipa dagin uttanum restina av skúlanum, er ikki endaliga avgjørt enn.
- Mánadagin 27/2 hava næmingarnir frí, tí tá eru lærararnir upptiknir av skeiðsvirksemi.
Eftir ætlan fáa tit eitt nýtt bræv, tá ið komið er út í mars.
Vinarliga
Bergur og Karin
Mánaðarbræv – januar 2012
Hetta er fyrsta mánaðarbrævið í hesum kalendaraárinum, ið er tykkara seinasta. J
Tað gongur jú tann vegin nú hjá næmingunum í 9á, at tíðin í skúlanum av álvara er farin at styttast, og framtíðin so smátt er farin at draga. Men tó at onkur tykkara longu nú veit rættiliga vist, hvat er á skránni í august, hvat útbúgving, læru og arbeiði viðvíkir, eru framvegis nøkur ting eftir á okkara felags skrá komandi tíðina ... og í hesum brævi verður hugt nærri eftir, hvat hendir í vikunum fyri framman.
Foreldraviðtalan
Vit hava valt at lagt foreldraviðtaluna, har barn og foreldur koma at tosa við flokslærarar um gongdina og ætlanir hesa seinastu skúlatíðina, yvir fýra skúladagar: 25/1, 26/1, 30/1 og 31/1.
Á talvuni sæst, nær foreldur og næmingur skulu møta til viðtaluna.
|
|
Mikudag 25/1 |
Hósdag 26/1 |
Mánadag 30/1 |
Týsdag 31/1 |
|
13.00 |
|
|
Rannvá |
|
|
13.15 |
|
|
Rasmus |
|
|
13.30 |
|
|
Sigrid |
|
|
13.45 |
|
|
Ari |
|
|
14.00 |
|
|
Hansina |
Jákup Viljam |
|
14.15 |
|
|
Bogi |
Karl |
|
14.30 |
|
|
Barbara |
Embla |
|
14.45 |
|
|
Fía |
Pætur |
|
15.00 |
|
|
Magnus |
Rebekka |
|
15.15 |
|
|
Heidi |
MariA |
|
15.30 |
|
|
Hanna |
Pauli |
|
15.45 |
|
|
|
Sarita |
|
16.00 |
Aleksandur |
Hanus |
|
Sanna |
|
16.15 |
Njál |
Bára |
|
Ólavur |
|
16.30 |
Andrias |
Jón |
|
Hilda |
|
16.45 |
Anna Louisa |
MariE |
|
|
|
17.00 |
Jákup |
Martin |
|
|
|
17.15 |
Steingrímur |
Pernille |
|
|
|
17.30 |
David |
Niklas |
|
|
|
17.45 |
Kristina |
Bergtóra |
|
|
|
18.00 |
William |
Petur Pauli |
|
|
|
18.15 |
Bjørk |
Sigrið |
|
|
|
18.30 |
Silja |
Guðrið |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Skuldi tað verið so, at tit velja at býta um tíð við onkran annan, tí tað berst tykkum frá at møta til ásettu tíð, hevði tað verið gott, um tit boðaðu okkum frá hesum broytingum í seinasta lagi 24/1.
Broytingar skulu sendast til: bergur.rasmussen@skulin.fo
Tað ber okkum tíverri ikki til at hava viðtaluna fyrr um dagin, tí tá eru vit upptikin av undirvísing. J
Verkætlanin
Fyrst í februar er sokallaða “verkætlanar-vikan”, tá ið arbeitt verður burturav við teirri verkætlanaruppgávuni, sum farið varð undir einaferð í heyst. Talan er um sættu vikuna í árinum, ella sagt eitt vet øðrvísi:
Verkætlanarvikan er frá mánadegi 6/2 til fríggjadag 10/2, tá ið avrikið skal latast inn í seinasta lagi kl. 15.00.
Tað er okkara vón, at tað er eydnast tykkum at fyrireika tykkum somikið væl upp undir vikuna, at tit eru fullgreið yvir, hvat tit ætla at fáa avrika í vikuni og vita akkurát, hvørji fólk, tit vilja hava fatur á, hvat tit ætla at spyrja tey um og ikki minst, nær tað liggur fyri hjá teimum at tosa við tykkum.
Gera tit tað, hava tit jú so nógv betri stundir at gera fyrireikandi partin av sjálvari framløguni.
GG! – Minnist til, at verkætlanarframløgan er tykkara fyrsta próvtøka.
– Framløgan skal byggja á avrikið, tit lata inn fríggjadagin 10/2.
– Áðrenn avrikið verður latið inn skulu tit boða frá, um tit vilja hava støðumet fyri verkætlanina.
– Støðumetið verður givið útfrá trimum tingum a) Logbókini (sum vísir arbeiðsgongd)
b) Ítøkiliga lutinum (sum verður “lagdur fram”)
c) Framløguni (har tit leggja fram fyri flokkinum) – Støðumetið er individuelt.
Nýggj hold – reyð og blá
Vit hava sum fráboðað valt at “rist posan” av nýggjum millum næmingarnar, soleiðis at reyðu og bláu holdini eru gjørd umaftur fyri, at tað ikki altíð eru tey somu, ið missa tímar, tá ið undirvísingardagar fella burtur av øðrum aktivitetum, so sum til dømis føstulávintshald og líknandi.
Nýggju holdini verða verandi sum nú til á páskum.
Útbúgvingarkunning
Tann 15/3 er síðsta freist at søkja inn á ymsu miðnámsskúlarnar (og NámX) til at verða upptikin til komandi skúlaár. Í hesum sambandi hevur lestrarvegleiðari okkara lagt eina skrá, har ymsu skúlarnir koma at kunna um útbúgvingartilboð síni.
Kunningin fer fram í skúlatíðini, og fyri at tað ikki allatíð skal ganga út yvir somu lærugrein, verður skift ímillum ymsar tíðir í vikuni.
Eftir ætlan fáa tit eitt nýtt bræv, tá ið komið er út í februar, og verkætlanin er væl og virðiliga yvirstaðin.
Vinarliga
Bergur og Karin
Mánaðarbræv – november
Hetta er fjórða mánaðarbrævið, tit fáa í ár.
Eins og hini kunnandi skrivini, tit fáa av almennum týdningini viðvíkjandi skúlaganginum hjá tygara barni, verður eisini hetta brævið at finna á heimasíðuni hjá flokkinum.
Hetta brævið fer einamest at snúgva seg um jólaroyndina.
Prag-ferðin gekk væl, halda vit, og hvør veit, kanska onkur jólagávan, sum finnur inn undir granngreinarnar um ein mánað, eru keyptar niðri í miðevropiska landinum?
Tað var ið hvussu er ein ógloymandi ferð, og skuldi onkur vilja sloppið í huganum at enduruppliva ferðina, liggur Prag-dagbókin á heimasíðu floksins.
Tímatalvan í viku 48
|
Mánadagur 28/11 |
Týsdagur 29/11 |
Mikudagur 30/11 |
Hósdagur 1/12 |
Fríggjadagur 2/12 |
|
Ensk framseting og máluppgáva Kl. 8.15 – 12.15 |
Føroysk framseting Kl. 8.15 – 12.15 |
Donsk framseting Kl. 8.15 – 12.15 |
Greiðslurokning Kl. 8.15 – 12.15 |
Fimisrokning Kl. 8.15 – 12.15 Føroysk fyrisøgn og mállæra Kl. 9.45 – 11.15 Donsk diktat Kl. 11.45 – 12.45 |
Allar royndirnar eru í gamla Argjaskúla – har vit hava ítrótt og alis- og evnafrøði.
Allar royndardagarnar møta vit á Argjaskúla kl. 8.00
Frí 25/11-11
Fríggjadagurin 25/11 er frídagur hjá øllum næmingum Kommunuskúlans, tí lærararnir skulu á skeið.
Hetta er fyrra skeið læraranna í ár í sambandi við tey átøk Mentamálaráðið hevur sett sær fyri at gera á skúlaøkinum. Næsti frídagurin børnini fáa í hesum sambandinum er í februar.
Jólamánaðurin á Kommunuskúlanum
Tað er nakað tíðliga hjá okkum longu nú at greina út í æsir, hvussu skúlagongdin verður í december. Vit vilja tí heita á tykkum, um at fylgja við á heimasíðuni, har neyðuga kunningin verður løgd út.
Eftir ætlan fáa tit eitt nýtt bræv beint undan jólaferiuni.
Vinarliga
Bergur og Karin
Mánaðarbræv – oktober
Hetta er triðja mánaðarbrævið, tit fáa í ár.
Eins og hini kunnandi skrivini, tit fáa av almennum týdningini viðvíkjandi skúlaganginum hjá tygara barni, verður eisini hetta brævið at finna á heimasíðuni hjá flokkinum.
Hetta brævið fer tó einamest at snúgva seg um Prag ferðina.
Undan fráferðini
Nú øll gjøld eru goldin eru bert seinastu snøklarnir at fáa upp á pláss, áðrenn klárt er hjá okkum at fara longu spennandi menningarferðina niður í tað søguliga Evropa.
Áminningarlisti:
- Galdandi pass og ferðatrygging má vera í lagi ... tú sleppur ikki umborð uttan L
- Um tú ikki hevur gjaldskort við (VISA Elektron ella líknandi), so kunnu vit lærarar ansa eftir lummapengunum hjá tær, um tú hevur koyrt teir í brævbjálvar, sum eru merktir bæði við navni og degi! (Dømi: Grettir – mánadag; Grettir – týsdag ... osfr.)
- Danskir pengar kunnu lættliga vekslast niðri í Kekkia; men tað er snilt at hava nakrar Evrur við, so tú hevur eitt sindur at brúka í Týsklandi.
- Hav heit klæði við, tí nú eru vit komin út í november, og tá kann tað væl vera kalt niðri í Evropa (brrrr); og minst til at hava skógvar, sum eru góðir at ganga í J
- Eftirsum tú býrt í kamari saman við øðrum á ferðini, mást tú syrgja fyri at hava skiftiklæði og tilfar til persónliga reingerð við tær (tannbust, sjampo, handklæði og líknandi).
- Sjálv ferðin er nokkso drúgv, og tí er snilt hjá tær at hava okkurt við at stytta tær stundir við, t.d. eina bók at hava í bussinum, og møguliga eitt kortspæl ella líknandi at hava umborð á Norrønu; men sjálvandi kanst tú eisini hava tína ípoð við tær J
- Hóast bussurin er heitur, kann tað vera gott at hava eitt teppi at putta seg við, tá ið svøvnur kemur í eygað ...
- ... og um tú stúrir fyri at sigla, so kanst tú hava sjóverkstablettir við tær; ikki tí tær kunnu eisini keypast umborð ...
- Um tú velur at hava elektroniskar lutir av ymsum slag við tær á ferðini – har undir eisini telefon – hevur tú sjálv/ur alla ábyrgdina av at fáa lutirnar við heim aftur.
- Rúsdrekka og líknandi er bannað á ferðini!
- Skúlatelefon: 22 06 88 – um bráðfeingisboð eru at geva!
Vit lærarar hava telefon við; men tær eru ikki til hugnaprát.
Bergur (22 85 74) – Karin (59 90 73) – Petur (22 33 97)
Skráin
Hósdagur 3/11 - vanlig skúlagongd fyrrapartin
vit møta á Farstøðini 19.00
HAVIÐ PASS og FERÐATRYGGINGSKORT við!!!
Norrøna siglir kl. 21.00
Fríggjadagur 4/11 - umborð
Leygardagur 5/11 - umleið kl. 10.00 sleppa vit í land í Danmark, og fara beint í bussin
út móti kvøldi koma vit til Berlin
Sunnudagur 6/11 - býarútferð í Berlin v. ferðaleiðara, sum tosar danskt
út á seinnapartin verður farið víðari til Kekkia
út á kvøldið koma vit til hotellið og fáa nátturða
“metro”-skeið J
Mánadagur 7/11 - býarútferð í Prag v. ferðaleiðara, sum tosar danskt
vitjan á Gula marknaðinum
Týsdagur 8/11 . vitjan í Kutna Hora (v. døgurða)
Mikudagur 9/11 - vitjan á Terezin;
vitjan á Gula marknaðinum
Hósdagur 10/11 - vitjan á listasavni;
vitjan á tøkni- og vísindasavni
Fríggjadagur 11/11 - bussurin verður pakkaður kl. 10.00
kl. 12.00 – 16.30: SHOPPING!! SHOPPING!! SHOPPING!! SHOPPING!!
silgt verður á ánni (v. buffet) kl. 17.30
fráferð úr Praha uml. kl. 22.00
Leygardagur 12/11 - tíðliga á morgni við danskt/týska markið;
umleið á miðdegi verður farið umborð
Sunnudagur 13/11 - umborð
Mánadagur 14/11 - komið verður á Havnina tíliga á morgni;
skúlafrídagur J
Hotellið
Hotellið vit búgva á í Prag eitur Brno Hotel.
http://www.hotels-of-prague.com/brno/brno_hotel_prague.htm
Brno Hotel er beint við metro-støðina “Krizikova”, ið er tvey steðgipláss frá Centrum.
Morgunmatin eta vit millum 7.00 og 8.30 – mikudagin tó millum 7.00 og 8.15!
Á hotellinum koma vit at búgva soleiðis:
Dreingirnir fáa trý 6-pers kømur og eitt 4-pers kamar.
Genturnar fáa tvey 6-pers kømur, eitt 5-pers kamar og tvey 3-pers kømur.
Júst sum við kamarsbýtinum umborð á Norrønu, eru tað lærararnir, ið hava avgerandi orðið, hvør svevur hvar.
Tit fáa kamarsbýtið umborð!
Bestu heilsanir: Bergur, Karin & Petur
Mánaðarbræv – september
Hetta er næsta mánaðarbrævið, tit fáa í ár.
Eins og hini kunnandi skrivini, tit fáa av almennum týdningini viðvíkjandi skúlaganginum hjá tygara barni, verður eisini hetta brævið at finna á heimasíðuni hjá flokkinum.
Foreldrafundurin
Allarfyrst vilja vit takka tykkum øllum fyri, at tit møttu so væl á foreldrafundinum mikukvøldið 21. sept. Vit halda tað var ein sera góður og gevandi fundur, og tað er okkara vón, at tit eisini eru nøgd við fundin.
Umframt at ganga gjøgnum ymsu lærugreinirnar og at greiða frá býtinum millum reyð og blá í “smærru” lærugreinunum (neyvari lýst í august brævinum), vóru eisini onnur evni viðgjørd á fundinum, áðrenn prátið fall inn á ta fyristandandi uttanlandsferðina.
Smb. reglugerðini fyri skúlan skulu allir flokkar hava foreldraumboð, ið millum annað hava ta uppgávu at standa sum samskiparar millum foreldur og skúla, um ætlanin er at skipa fyri tiltøkum í flokkinum, sum fella uttanfyri vanliga skúlagongd.
Rósa Jacobsen (mamma Jákup Viljam) og Rakul Guðjónsson (mamma Sigrið og Guðrið) bjóðaðu seg fram og vórðu valdar til hesa uppgávuna.
Hans Jón (hans.jon.thomsen@skulin.fo) hevur umsitið flokskonto’ina hjá gamla a-flokkinum. Henda konto er nú í sambandi við uttanlandsferðina í november avtikin, og í hesum sambandi vil Hans Jón fegin hava kontonummarið hjá næmingum/foreldrum í gamla a-flokkinum, soleiðis at teir pengar, sum savnaðir vóru saman á loppumarknað o.ø. kunnu verða býttiir út.
Prag-ferðin
1sta oktober skulu tær 5.000,- krónurnar ferðin kostar vera goldnar!
Annars fáa tit eitt meiri útføriligt bræv við upplýsingum og kunning um uttannlandsferðina eftir heystferiuna, men tó er sumt í hesum sambandi, sum ikki rættiliga kann bíða!
1) Pass – tit mugu í tøkum tíma tryggja tykkum, at næmingurin hevur galdandi pass.
Kjakið um reyð ella grøn pass er í roynd og veru bert akademiskt í hesum føri; bæði rigga
væl við tær marknagrindir, vit skulu um: Ta donsku, ta týsku og ta kekkisku!
2) Ferðatrygging – tit mugu útvega tykkum galdandi ferðatrygging.
Tað er ymiskt, hvussu tær ymsu familjutryggingarnar eru innrættaðar, men tryggingar-
feløgini plaga at útvega skúlanæmingum eitt blátt kort, ið skal eitast at vera galdandi í
øllum Schengen økinum.
Um kortið er blátt ella ikki er sum so ikki so spennandi; tað hevur tó týdning, at tit hava
hesi viðurskiftini í lagi, soleiðis at vit fáa sæð tað, áðrenn farið verður umborð
hóskvøldið 3. november.
3) Viðvíkjandi pengum siga royndir okkara, at tað snildasta hjá foreldrunum er at geva næmingunum eitt VISAelektron- ella Mastercard- kort við á ferðini; men takið eitt kopi av kortnummari og kontrollsiffrum, so tit eru trygg, um kortið skuldi blivið burtur!
Vitanetið
Á fundinum fingu øll foreldur av nýggjum útflíggjað kotur til Vitanetið, fyri at vit soleiðis kunnu fáa vissu um, at allr næmingarnir hjá okkum – og avvarandi teirra – hava atgongd.
Tað hevur tó víst seg, at fleiri – eisini í øðrum av skúlans flokkum – hava trupulleikar at sleppa inn á síðuna, og í tí sambandi hava vit fingið hetta bræv frá teimum á Elektron, ið varða av Vitanetinum:
Hey tit
Kanska riggar Vitanet ikki í Internet Explorer hjá onkrum. Orsøkin er, at vit hava økt um trygdina í Vitanet.
Við at fara inn undir Options, Advanced í Internet Explorer og setur flugubein í “Use TLS
Kanska kunnu tit leggja hetta á heimasíðuna?
Vinarliga / Kind regards
ELEKTRON (Prentsmiðjan vísir á J)
Vónandi ger hetta, at tað nú ber til hjá øllum at koma inn á Vitanetið.
Starvsvenjing og takkarbrøv
Í samband við starvsvenjingina hava næmingarnir skrivað takkarbrøv til praktikkplássini.
Vit lærarar hava verið og vitjað á teimum støðum, har tað bar okkum til at fara, og tað er altíð hugaligt at koma út á arbeiðsplássini og hoyra, hvussu raskur og hugagóður okkara skúlaungdómur er.
Talent-tímar
Í ár hava skúlastjórarnir á skúlaleiðarafundi gjørt av, at teir bókliga sterkastu næmingarnir í frá-faringarflokkunum eiga at fáa fakligar avbjóðingar, sum menna og stimbra evni teirra at loysa akademiskar uppgávur av málsligum, logiskum og støddfrøðisligum slag, ið eru á hægri støði enn vanligt er í fólkaskúlanum.
Henda undirvísing liggur uttanfyri vanliga skúlatíð og er sjálvboðin. Næmingarnir sluppu at melda seg til eftir áhuga; men tó varð gjørt teimum greitt, at hetta tilboð skal takast seriøst, soleiðis at skilja, at hevur tú meldað til, bindir tú teg at møta til tímarnar.
Á Kommunuskúlanum hava vit fingið 2 ferðir 10 dupult-tímar til hetta. Hesir tímarnir eru deildir soleiðis millum flokkarnar, at 9á hevur dupult-tíma mánadag frá 1330 til 1500
Pláss er fyri umleið 15 úr 9á í Talent-flokkinum!
9c og 9d fáa sama tilboð ... og koma teirra tímar eisini at liggja uttanfyri vanliga skúlatíð.
Lærari: Regin Marnersson.
Kalendari
Við hesum brævi fáa tit útflýggjaðan kalendaran fyri skúlaárið.
Kalendarin vísir frídagar, royndir og ikki minst tær óregluligu innlatingarnar; tvs. til ber at kaga í hann, um ivi stingur seg upp, hvørt tað er í hesari vikuni ella næstu, at enskur stílur skal latast inn ... tað er í næstu viku, men tað fáa tit nærri boð um fríggjadagin J
Vónandi lættir kalendarin um.
Eftir ætlan kemur hann á heimasíðuna fyrsta dagin.
Telefonlisti
Eisini fáa tit saman við hesum brævi útflýggjaðan telefonlistan fyri flokkin.
Verkætlanin
Vit skulu minna á, at tað er snilt at hava funnið sær yvirskipaða verkevnið nakað skjótt.
Minnist til at spyrja tykkum sjálvi: Hví er hetta evnið vit ætla okkum at viðgera, áhugavert?
(Vita tit ikki sjálvi í bólkinum, hví tað er áhugavert, er ringt at sannføra onnur, sjannheit J )
Rennidagur og heystferia
Árligi rennidagurin verður komandi fríggjadag (7/10) – Í tí sambandi møta vit á Argjaskúla, haðani runnið verður. Eftir renningina er heystferia. Skúlin byrjar aftur mánadagin 17/10.
Bergur og Karin
Mánaðarbræv – august 2011
Hetta er fyrsta mánaðarbrævið, tit fáa í ár.
Tað er meiningin at koma regluliga við kunnandi skrivum sum hesum, har greitt verður frá tí, sum fer fram í skúlanum, ið kann knýtast at skúlaganginum hjá næmingunum í 9á, sum er almenna heitið á samanlagda flokkinum, har barn tygara gongur.
Hetta bræv verður sjálvandi eisini lagt út á heimasíðuna, júst sum annað kunnandi tilfar av felagsáhuga.
Hølini
Tað er alment kunnugt, at høvuðsbygningurin í Kommunuskúlanum er stongdur og øll undirvísing flutt burtur úr honum; vit í 9. flokki eru farin at halda til yviri í fyribilshølunum – eisini nevnd barakkirnar – sum standa beint við Sjónleikarahúsið. Í teimum hølum verða so teir flestu tímarnir lisnir. Lærugreinirnar Alis- og Evnafrøði og Ítróttur eru tó undantiknar hesi meginreglu.
Nýggj teldustova er sett upp á loftinum í Realskúlanum, soleiðis at næmingar okkara framvegis hava frálíkar KT-umstøður til skúlaarbeiðið. Nýggja teldustovan verður tikin í nýtslu nú í vikuni.
Lærararnir
Í flokstoyminum í ár eru vit aftur tríggir lærarar:
Karin Lange (KL); Bergur Rasmussen (BR) og Oddfríður Rasmussen (OR)
Tað eru lærararnir í flokstoyminum, sum taka sær av flokslærara uppgávum, samskipa verkætlanar-arbeiði og líknandi.
Aðrir lærarar, flokkurin hevur eru:
Harriet Vágadal (HV); Malan Larsen (ML); Elin Djurhuus (EL); Jón Kragesteen (JK); Herborg Mikkelsen (HM) og Petur Veihe (PV)
Lærugreinir og tímatalva
Næmingarnir fingu tímatalvu, tá ið skúlaárið byrjaði. Hon liggur á floksheimasíðuni.
Lærarar og lærugreinir flokkurin hevur í ár eru:
Flokslærarar, Støddfrøði og Enskt: KL og BR
Føroyskt: BR og OR
Danskt: OR og HV
Týskt: EL(a) og JK (b)
Søga og Alis- og Evnafrøði: BR
Landalæra: KL
Kristni: OR
Lívfrøði: ML
Ítróttur: HM (gentur) og PV (dreingir)
Alis- og Evnafrøðin er á gamla Argja skúla; Ítrótturin skiftir millum Argja skúla og onnur støð í býnum.
Alis- og evnafrøði
Í ár verða tímarnir í Alis- og Evnafrøði lisnir á Argja skúla. Upprunaliga var tímatalvan løgd soleiðis, at vit sluppu út hagar mánadag og mikudag; og av tí vallærugreinin týskt, sum øll ikki hava, er beint eftir døgurða mánadag, valdu vit at skipa floksbýtið í Alis- og Evnafrøði út frá hesum, so eingin skuldi vera noyddur at hava frítímar á tímatalvuni.
Men síðani næmingarnir fingu hetta mánaðarbrævið, eru broytingar farnar fram í tímatalvuni, soleiðis at Alis- og Evnafrøðin er flutt frá mánadegi í 7. og 8. tíma til hósadag í 7. og 8. tíma.
Enskt-tímarnir, sum vóru í 7. og 8. tíma hósdag eru samsvarandi broytingini fluttir til 5. og 6. tíma fríggjadag.
Soleiðis verður hereftir møtt í Alis- og Evnafrøði:
“Mikudagsflokkurin”
Aleksandur – Andrias – Bogi – David – Guðrið – Hansina – Jákup Viljam – Jón – Maria – Martin – Niklas – Njál – Pauli – Pernille – Rasmus – Rebekka – Sanna – Sigrið G – William
“Hósdagsflokkurin”
Anna Louisa – Ari – Bára – Barbara – Bergtóra – Bjørk – Embla – Fía – Hanna – Hanus – Heidi – Jákup – Kristina – Magnus – Ólavur – Pætur – Petur Pauli – Sigrið P – Silja – Steingrímur
Blá og reyð:
Vit hava valt at skifta næmingarnar í bláan og reyðan bólk í “smærru” lærugreinunum Landalæru, Søgu, Kristni og Lívfrøði.
Hetta er gjørt fyri at styrkja samansjóvingina av næmingunum tvørtur um gomlu floksmørkini; men eisini fyri gera innlæringsumstøðurnar so góðar sum til ber, tí tað er ein sannroynd at summi læra best um morgunin og onnur út á dagin, og á henda hátt gongur tað ikki altíð út yvir somu lærugrein, at lyndið í okkum øllum somlum hesum viðvíkjandi er ymiskt.
Litaðu bólkarnir, sum byrjaðu í farnu viku, halda fram til heystferiuna; eftir hestferiuna verða bólkarnir skipaðir av nýggjum, og vara teir tá fram til jólar. Eftir nýggjár skifta bólkarnir aftur og vara teir tá út móti føstuni, og tá verður seinasta skiftið, ið varir fram til páskir.
Heilsusysturin
Heilsusysturin – Bjørghild Djurhuus – hevur í dag kunnað næmingarnar um virksemi sítt.Vit hava eina skipan, har heilsusysturin á hvørjum ári hevur eina samrøðu við hvønn einstakan næming. Á heimasíðu skúlans stendur nærri útgreinað, nær tað annars ber til at koma til viðtal hjá henni.
Skúlavegleiðarin
Vit hava fingið nýggjan skúlavegleiðara í ár, og hevur hann – Jón Kragesteen – í dag kunnað næmingarnar bæði um virksemi sítt og um starvsvenjingna, sum verður í viku 36 og 37.Vit hava eina skipan, har skúlavegleiðarin á hvørjum ári hevur eina samrøðu við hvønn einstakan næming.Á heimasíðu skúlans stendur nærri útgreinað, nær tað annars ber til at koma til viðtal hjá honum.
Uttanlandsferðin: Prag
Fyrireikingin av ferðini í november er nú komin so væl áleiðis, at vit á foreldrafundinum í september kunnu ganga ígjøgnum hava í smálutum.Lærarar á ferðini vera: Bergur; Karin og Petur
Foreldrafundur í september
Mikudagin 21. september kl. 18.00 verður felags foreldrafundur, og tá verður ársætlanin gjøgnumgingin í størri mun og kunnað verður eisini nærri um uttanlandsferðina.
Við vón um gott, mennandi og spennandi samstarv
Bergur og Karin



