GOTT NÝGGJÁR! rópa næmingarnir í 3.a

Í Marknagili 3. januar 2012

So byrjaði skúlin aftur í einum nýggjum ári. Sum vant var fyrsti skúladagurin nógv merktur av, at næmingar ikki høvdu sovið nakað serligt um náttina. Og tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa vent dag og nátt rætta vegin aftur. Tí var tað ikki so galið hjá 3.a, at hesin dagurin var útiskúladagur og tá ið so veðrið eisini var avbera vakurt, gjørdist tað ein fínur túrur - í kava og kulda, sól og bláum himmali. Ikki tí, tað var ikki meira enn, at strálurnar frá veiku vetrarsólini, sum júst fekk bart seg upp um Kirkjubøreyn, kendust. Men í morgin er hon eitt vet hægri, so samanumtikið ein vóngóður dagur.