Happingarætlan
Happingarætlan Tórshavnar KommunuskúlansTórshavnar Kommunuskúli vil forða og steðga happing. Fyri at røkka hesum máli, hevur leiðslan sett eina nevnd at arbeiða við málsetninginum. Lærararnir eru allir við í arbeiðinum, sjálvt um høvuðsábyrgdin liggur á flokslæraranum. Lærararnir lesa “Mobning “ og
“ Klassemødet “ eftir Helle Høiby. Nevndin hevur verið á skeið við Helle Høiby og er tað eftir hennara leisti, at skúlin arbeiðir. Vit eru farin undir eitt átak, har vit brúka “Klassemødet “ sum leist.
Á hvørjum ári útflýggjar skúlin foreldrunum ein uppdateraðan happingarfaldara. Í faldaranum verður m.a. upplýst um ymisk tekin, ið ein happaður næmingur møguliga hevur. Eisini verður upplýst, hvat skúlin ger fyri at forða og steðga happing.
Niðanfyri verður lýst í trimum pørtum, hvat skúlaleiðslan, lærararnir og næmingarnir skulu gera fyri at málið kann røkkast, ið er at fáa ein skúla, har øll kunnu trívast og vera seg sjálvi. Har vit fáa ein skúla uttan ótta. Har næmingarnir læra við góðum treysti.
Hvat skulu vit øll gera?
Leiðslan:
- Skal seta heilt greiðar karmar upp, tí at tað skapar tryggleika fyri lærarar og næmingar
- Skal halda karmarnar
- Skal geva Happingarnevndini arbeiðsumstøður
- Skal geva lærarunum arbeiðsumstøður
- Skal senda lærarar á skeið í happing
- Skulu kunna seg um happing
- Skulu gera næmingasamrøður
- Skulu hava floksfundir 14. hvønn dag, ella eftir tørvi, alt árið
- Skulu samstarva við heilsusystrina, skúlavegleiðaran og skúlaráðgevan
- Skulu samstarva við foreldrini skulu taka happing í størsta álvara
Næmingarnir:
- Skulu kenna seg tryggar og tora at siga tað, teir hava upp á hjarta í næmingasamrøðunum
- Skulu virða reglurnar, ið floksfundirnir áseta
- Skulu tora at siga frá skulu tora at steðga happing
- Skulu lata vera við at happa
Foreldrini:
- Skulu syrgja fyri, at barn teirra er væl fyri til skúladagin, v.v. svøvni, mati, heimaarbeiði og umsorgan
- Skulu samstarva við lærararnar
- Skulu møta til øll tiltøk, ið eru stílað til teirra
Skúlagarðurin:
- Skal geva næmingunum møguleika at spæla
- Skal hava leikur
- Skal vera skipaður í ymisk øki, t.d. bóltspøl fyri seg skal vera so mikið góður, at næmingarnir tíma út í fríkorterinum
- Garðvaktirnar skulu vera sjónligar
Happing í undirvísingarhøpi er eitt øki, ið vit ikki mugu gloyma, tí tað finnast nógvar góðar og áhugaverdar bøkur og filmar, ið viðgera evnið. Á Skúlabókasavninum fer at vera eitt stórt úrval av filmum, bókum, greinum, leikum v.m..
Happingarnevndin er altíð fús at stuðla, hjálpa og at geva góð ráð, um lærari, næmingur ella foreldur hava tørv á tí.
Tað er alneyðugt at forða og steðga happing, tí hon oyðileggur ikki einans góðar kreftir/gávur her og nú, men kann oyðileggja alt lívið. Hon kann eisini taka lív.
Í Tórshavnar Kommunuskúla gera vit okkara allar besta at fáa skúlan til ein mennandi, heilsugóðan og tryggan skúla. Vit hava sett út í kortið og vit fara áhaldandi at hava fingurin á pulsinum.
Útgreinan av nøkrum punktum:
Leiðslan (v.v. Fráboðan um happing)
- Kannar, tá ið happing er staðfest/fráboðað, hvat lærarin hevur sett í verk og hvat úrslit er komið fram til
- Heldur eyga við, at happingin er bast eftir trimum mánaðum
- Hevur ábyrgd av, at happarin verður sendur til heilsusytrina í nevnda tíðarskeiði
- Skal, um tilgongdin ikki ber á mál, taka støðu til, um happarin skal flyta flokk ella skúla
Leiðslan: (v.v. Happingarnevndini)
- Skal geva pláss á tímatalvini til, at øll í happingarnevndini eru tøk samstundis til at hava fund ella gera annað arbeiði, sum t.d. at hjálpa við floksfundinum
- Skal samskifta við og kunna nevndina, tá ið okkurt mál er, ið snýr seg um happing
- Skal vera tøk at koma á fund við foreldur at happara og offri
- Er fús at játta nevndini skeið í trivnaði/happing
Lærarar
Fyribyrgjandi arbeiði
- Flokslærarin ella ein av lærarunum í toyminum hava næmingasamrøðu við hvønn einstakan næming, har spurt verður til støðu hansara og til støðu hinna í flokkinum
- Flokslærarin ella/og ein av lærarunum í toyminum hava floksfund 14. hvønn dag ella oftari
- Næmingasamrøðurnar og floksfundirnir byggja á tær tvær bøkurnar hjá Helle Høiby, ið allir lærarar hava lisið
- Tað ber eisini til at fylla meira á t.d. við “ Tað ber til “ ella“ Trin for trin “
- Lærarin samstarvar við skúlavegleiðaran, tá ið hesin hevur samrøður í 8. og 9. flokki
- Lærarin samtarvar við heilsusystrina, tá ið hon kannar næmingar ella, tá ið tørvur er hjá næmingi at fara til hennara
- Skúlaráðgevin verður at samstarva við í serligum málum ella, tá tørvur er á tí
Tá ið happing er staðfest
- Flokslærarin boðar leiðsluni frá
- Flokslærarin boðar foreldrunum at happaranum og foreldrunum at tí happaða frá
- Flokslærarin hevur, saman við leiðsluni, fyrst fund við foreldrini at tí happaða og síðani fyri foreldrunum at happaranum, har boðað verður frá happingini, og hvat lærarin og leiðslan fara at gera við málið
- Happarin fær at vita, at happingin er staðfest, og at hon skal steðga í stundini. Hann fær at vita, at foreldrini og leiðslan eisini eru inni í málinum
- Tann happaði fær at vita, at lærarin við leiðsluni og foreldrunum, eru farin undir at steðga happingini beinanvegin
- Happingin verður tikin upp á floksfundinum í øllum førum eina ferð um vikuna
- Lærarin skal finna tey “ fittu “ og “ blíðu “ í flokkinum, ið kunnu vera um tann happaða, meðan arbeitt verður við at basa happingini
- Foreldur og leiðsla verða ávegis kunnað
- Lærarin kann heita á happingarnevndina, um honum tørvar stuðul ella vegleiðing
- Eiga at kenna seg tryggar í næmingasamrøðunum og taka tær í álvara
- Skulu virða floksfundirnar og ganga undir tær reglur, ið eru ásettar
- Kunnu gera floksreglur, ið vera hongdar upp á floksveggin
- Eiga at kenna ábyrd fyri hvørjum øðrum og hjálpa, um onkur verður happaður
- Skulu boða frá happing hjá lærara, heilsusystir, skúlavegleiðara –/ ella –ráðgeva
- Skipa fyri temadegi um happing og trivnað
- Skal geva næmingunum møguleika at spæla
- Hevur ein leikukassa, ið hevur ymiskar leikur
- Er skipaður í ymisk øki, t.d. bóltspøl fyri seg
- Garðvaktirnar eru í vestum, so at tær eru sjónligar
- Verður endurskoðað í apríl hvørt ár
- Verður endurskoðað av leiðsluni, happingarnevndini og lærarunum
- Skal spegla málini og viðtøkurnar hjá Kommunuskúlanum v.v. happing
- Koma saman tvær reisir um árið at fáa kunning og annars tosa um ymiskt v.v. happing
- Happingarnevndin skipar dagin



