Stílurin skal latast inn 23/2-12
Hesar røkjuskapsreglur skulu fylgjast:
- Millum reglurnar: 1,5
- Breddar: Vinstri og høgri breddi skulu vera beinir
- Skriftstødd: 12
- Skrift: Times New Roman
- Yvirskrift
- Skrivað hevur
- Dagfesting
- Skúli
- Lærari
1. stílevni
· Brúka greinina til at viðgera, hvat eitt gott stílevni er og hví.
Fólkaskúlanæmingur hugleiðir: Tekur MMR okkum ungu í
álvara?
Næmingar skulu skriva nógvar føroyskar
stílar ígjøgnum skúlaárini í framhaldsdeildini. Viðhvørt leita lærararnir gomul
stílahefti fram, tí úrvalið av stílheftum yvirhøvur er heldur fátækt. Evnini í
gomlu stílheftunum eru ikki altíð viðkomandi fyri ungdóm í dag, og
møguleikarnir at skriva ein góðan stíl eru tí ofta skerdir. Í skrivligum
royndum verða gomul stílhefti tíbetur ikki nýtt. Ja, tíbetur er kanska
skeiva orðið, tí tað so at siga góða, nýggja og viðkomandi stílheftið er alt
annað enn á rættari kós, og brádliga leingist einum aftur til tað svart/hvíta
stílheftið frá 90‘unum.
(Rannvá Egholm rannva@roddin.fo)
Nógvir spurningar verða settir um føroyska skúlan, skúlaskipanina og Pisa-úrslitini. Mentamálaráðið sigur, at vánaligi fakleikin hjá føroyskum næmingum ikki skal skapa ótta, men heldur takast sum eina avbjóðing. Skúlaskipanin broytist, kanningar verða gjørdar, og alsamt roynir mann at finna orsøkina til, hví føroyskir næmingar klára seg so illa. Men kann tað vera, at ein partur av orsøkini situr í Mentamálaráðnum sjálvum? Hvussu kann verða sagt við okkum ungu, at vit eru ov dovin, ov lítið málrættað og ikki taka skúlan í álvara, tá MMR ikki tekur okkum í álvara?
“Nýggju
og spennandi” stílevnini
Hesa vikuna hava
framhaldsdeildin og Nám-X í Eysturskúlanum í Havn verið til skrivligar royndir.
Eg gangi í 9. flokki, og týsdagin, tá ið vit skuldu skriva føroyskan stíl, kom
brádliga ein kend kensla á meg Tað var sama kenslan, sum eg fekk, tá ið vit í
6. flokki vóru í landsroynd í føroyskum. Tað var kenslan av, at onkur helt
okkum fyri gjøldur.
“Skriva um títt
frítíðarítriv”, “Skriva um tín yndisfilm” og “Skriva um talentkappingar”.
Hvat eru tað fyri evni at koyra í eitt stílhefti til 9. flokk? Ja, at
skriva føroyskan stíl týsdagin var ein sonn avbjóðing. Ikki tí at evnini vóru
torfør, men tí at tey vóru so heilt av leið vánalig.
Eitt stílhefti
skal hava evni, ið raka allar málbólkar í einum vanligum føroyskum 9. flokki.
Evni til teir fakliga veiku næmingarnar, evni til miðal næmingin og evni til
tann sterka næmingin. Her skal sigast, at einasti málbólkur, ið var raktur, var
lægsti felagsnevnarin t.v.s. tey, ið altíð leypa upp um garðin, har hann er
lægstur. Tey, ið ongantíð gera sær ómak í skúlanum og ikki leggja petti í, um
tey skriva ein góðan ella ein vánaligan stíl.
Vantandi hugflog
og vitan um, hvat er viðkomandi fyri ungdóm, eru orsøkin til hetta. Tað er
lítil nýhugsan í stílevnunum og einki nýfunnið tilfar. Teksturin til eitt
stílevni er antin úr eini bók, eini blaðgrein ella onkrum øðrum líknandi. Tá ið
tað er so einfalt at seta eitt stílhefti saman við tilfari, mann so at siga fær
givið upp í hendurnar, hví eru tey so so heilt ótrúliga vánalig?
Vanliga eru tey
ensku og donsku stílheftini betri enn tey føroysku, men til hesa royndina vóru
møguleikarnir at skriva ein góðan stíl ógvuliga skerdir, og tað var ringt at
finna eitt hóskandi evni at skriva um.
Føroyskir næmingar troyttir av at skriva um
happing
Happing er ein
stórur og afturvendandi trupulleiki í fólkaskúlanum. Nógvir eru teir
næmingarnir, ið líða undir hørðu avleiðingunum av happing. Nógv verður tosað um
happing í skúlanum fyri at fyribyrgja tí og koma tí til lívs. Eisini er happing
eitt heitt og afturvendandi evni í stílheftum, so afturvendandi, at tað er í
nærum hvørjum einasta stílhefti. Er hetta rætti máti at fyribyrgja happing? Eg
ivist, tí á henda hátt at trútta happing niður í næmingar, ger, at teir lata
oyruni aftur, bara teir hoyra orðið happing. Tað geri eg í øllum førum.
Hvat vænta tit av okkum?
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
2.
stílevni
Tað er eitt sindur løgið
at siga Gud
Men í hvørs
hendur skulu vit annars leggja alt hetta stóra í tilveruni, ið vit ikki sjálv
makta? Simon Kvamm, forsangari í
Nephew, hevur stytt "Nyaars-Morgen" eftir Grundtvig
niður til ein fýra minuttir langan rocksang, og hetta hevur givið høvið til at hugsa um trúgv og iva – og hetta
at vera danskur.
– Nógv í mínum ættarliði
halda, at tað er eitt sindur løgið at siga Gud. Nógv vilja siga: “Eg trúgvi
ikki á Gud, men trúgvi heilt vist á okkurt millum himmal og jørð.” Ella: “Eg
trúgvi á okkurt størri.” Íðan, hvat er tað? Tað er jú
Gud!
Kanska man er bangin fyri,
at vinirnir halda, at man er eitt sindur býttur og eitt sindur barnsligur, og
at teir meina, at man trýr á ein gamlan mann við skeggi, ið situr á einum
skýggi í himlinum og hyggur niður, grundar Simon Kvamm.
Sjálvur víkur sangarin í
rockbólkinum Nephew ikki frá og sigur tað, sum tað er – hóast óvissu og iva:
– Tí í hvørjar hendur skulu
vit annars leggja alt hetta stóra í tilveruni, vit ikki makta? spyr hann og
vísir til eina samrøðu við sjúkrahúsprestin, Preben Kok, um máttloysi.
– Hann segði frá um ta ró
og tann lætta, sjúk menniskju upplivdu, tá ið tíðin var komin, har onki var at
gera við sjúku teirra, og tey máttu geva upp viljan og tað at kunna alt. Hetta
er jú tað, nógv meina í dag: Um tú vil, kann tú broyta teg sjálvan. Tú kann
gerast meira opin, tú kann fáa betri løn og betri arbeiði, tú kann gerast ein
betri pápi, og so framvegis og so framvegis. Tú kann enntá gerast frískur, og
eydnast hvørki, er tað helst tí, at tú ikki vildi tað nóg nógv! Miseydnast alt kortini, so er tað tín egna skyld!
Við slíkari fatan endar
hvørt einstakt menniskja við at gerast skuldarnívt, og tað er tað vit í allar
hægsta grad eru í dag, er niðurstøðan hjá Simon Kvamm og leggur afturat:
– At trúgva á Gud merkir í
roynd og veru fyri meg “bara”, at eg sum menniskja skal royna at uppføra meg
væl og annars lata øll stór mál upp í hendurnar á Honum. Tí at her er ymiskt í
lívinum, eg ikki havi megi til at fata. Har, eg eri máttleysur.
"Myself I did wish to
transform" – ynskið um at hava møguleikan til at broyta seg, verður nortið
í hesi regluni í "New Year's Morning", tað einasta lagið av teimum 12
á nýggju fløguni hjá Nephew, Danmark-Denmark, sum Simon Kvamm ikki hevur
skrivað, men sum Grundtvig, ið hervið er farin rockvegin, hevur yrkt. Hann
hevur fingið væl skikkaða hjálp frá Kvamm, sum hevur megnað at stytt tey 312
ørindini hjá Grundtvig niður í ein fýra minuttir langan rocksang á enskum.
Tað var farbróðir hansara,
Knud Nyboe Rasmussen, prestur í Skive, ið kveikti áhuga hansara. Farbróðirin
vísti honum nýggju, ensku týðingina av “Nyaars-Morgen”, ið Kristian Schultz
Petersen hevði týtt, og sum er givin út á forlagnum Vartorv, har ið enska
yrkingin stendur við síðuna av tí donsku yrkingini.
– Í Nephew hava vit altíð skift ímillum enskt og
danskt í tekstum okkara, so her var eitt áhugavert samband, sum fekk meg
áhugaðan beinanvegin. Eg
haldi, at enska týðingin gevur Grundtvig eina nýggja, tíðarleysa dimensjón.
Týðingin er sum eitt filtur, ið gevur nýggjar møguleikar at uppliva tekstin
uttanífrá heldur enn at standa mitt í honum. Tað er jú tað, vit danskarar gera
við Grundtvig. Vit eru øll so merkt av Grundtvig, at vit síggja hann næstan
ikki, men tað eru hugburðir hansara, vit endurfinna í felagsskapinum og tí
fólksliga, ið stígur út um landsdystir og klapphattar.
Simon Kvamm samanber
"Nyaars-Morgen" við háskúlasangirnar hjá Grundtvig, sum honum ikki
dámar serliga væl:
– Háskúlasangirnir eru sum ein hugnaligur
familjufilmur. "Nyaars-Morgen" er næstan ein ræðufilmur við regni í
gøtunum og deyða og oyðileggilsi, og tó, sum endar við vónini. Her hitta vit
ein heilt annan Grundtvig.
"Nyaars-Morgen" verður av teimum, ið kenna
Grundtvig, mettur sum hansara týdningarmesta verk, við síðuna av sálmunum, men
samstundis tað verkið, sum er ringast at skilja. Simon Kvamm viðgongur, at hann hevur verið spentur
at vita, hvat fólk fóru at siga um rockútgávuna hjá honum.
– Nephew er jú aldri vorðið
ummælt í Dansk Kirketidende (Grundtvigsk Forums limablað, red.), og eg visti
væl, at ein vandi kundi vera, at eg nú skuldi standa til svars hjá
Grundtvigkennarum.
At reaktiónin hinvegin
hevur verið góð kom sum ein lætti. Hóast stutta formin hevur tað eydnast Simon
Kvamm at fevna um høvuðsstreymin í longu og framskygdu yrkingini hjá Grundtvig,
heilt frá djúpasta myrkri í køldum hjørtum til ljósið í endaheilsanini: “Guds
fred over Nordens folk”.
– Eg havi áhuga fyri
Grundtvig sum listamanni og yrkjara og eri farin í holtur við hann við virðing.
Eg kenni ikki alt, Grundtvig hevur skrivað, og havi verið líkaglaður við allar
teir granskarar, ið hava roytt seg skallutar av yrkingini. Eg havi lisið yrkingina
við tí hugskygni, eg altíð havi, tá ið eg skrivi sangir. Í
"Nyaars-Morgen" hitta vit eitt menniskja, ið stríðir seg út úr
mótloysi og meiningsloysi og sum aftur finnur meining og samanhang við lívinum
gjøgnum megina, hann finnur í donsku náttúruni og málinum.
Við Grundtvig, og
"Danmark-Denmark" í síni heild spæla Simon Kvamm og Nephew – hóast
teir blanda enskt og danskt saman í tekstunum – tilvitað á
tjóðskaparstreingirnar, sum í fyrstani fingu plátufelagið at ivast í útgávuni.
– Og tá vóru vit heilt
vísir, tí um hetta at viðurkenna tað danska merkir, at man verður settur í sama
bás sum ein ávísur vongur í donskum politikki, so mugu vit heldur taka
tjóðskapin aftur, har hann var. Grundtvig var eisini tjóðskaparsinnaður, men
setti ikki upp strong marknaðarkrøv út móti heiminum.
Júst sum
"Nyaars-Morgen" eftir Grundtvig eru sangirnir á
"Danmark-Denmark" um samfelagið og menniskjasinnið. Um myrkur og
ljós.
Simon Kvamm strekkir armarnar
út. Á einum armi er tatoverað latínska áskriftin “ex oriente lux – “úr Eystri
kemur ljósið”, og á hinum arminum, stendur latínska áskriftin “ ex occidante
lex” – “úr Vestri kemur lógin”.
– Ljósið er keldan til
lívið, men í lógloysi riggar onki. Vit eru noydd at hava reglur. Tað eru tvær
grundreglur, sum eg gjarna vil liva eftir, og nú eru tær tatoveraðar á meg, so vónandi gloymi eg tær ikki.
Greinin stóð í Kristeligt Dagblad hin 09. september 2009.
Oddfríður Marni
Rasmussen týddi
Sangurin ”New
Years Morning” hjá Nephew liggur her:
http://www.youtube.com/watch?v=e5INtc_4qrA
Undranarspurningar:
- Hví hava vit ilt við at siga orðið
“Gud” hart?
- Hví trúgva vit?
- Hvat er trúgv?
- Sagt verður, at Gud sæst best gjøgnum
tár. Hví er tað so?
- Hoyrir Gud saman við hugsjónini um
tjóðskap?
Brúka greinina og undranarspurningarnar til at
skriva stílin.
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
3. stílevni
· Greina
og tulka yrkingina.
·
Hvør er “barnið”?
· Hvat
hevur bergið at siga fyri túið?
·
Hvat
hava blómurnar at siga?
·
Hvussu
vil yrkjarin, at leiðin hjá túinum skal vera?
·
Hvat merkir seinasta ørindi?
Barnið, bergið og blómurnar
Vilt tú finna blómurnar,
eingin annar eigur,
gakk so djarvur huga tíns
brøttu bjargaleiðir.
Sortugrøs og hjálpurót,
út av torvu hanga,
fagrast eru blómurnar,
har ringast er at ganga.
Inni djúpt í gjáarskýmd
har dagur valla røkkur,
standa og hótta í hálvalýsing
trøllakampabløðkur.
Óttast ikki deymin har
ið fúnað er og modnað,
óttast ikki tostan har,
ið hvør er keldan tornað.
Óttast ikki hæddina
har hálkaður er klettur,
lat ei ørast fyri tær
at tú oman dettur.
Klívur tú og klintrast tú
allar leiðir finnur
upp og niður inn og út
størri fong tú vinnur.
Kanska nøgd av blómum tá
fært tú saman strevað
nógvar ferðir fagrari
enn nakar kann tær geva.
Barn mítt, mangur undan tær
søkti sama landið,
mangur, mangur undan tær
sum armur aftur vendi.
Men, mítt barn, um blómur tú
vilt vinna eingin eigur,
mást tú klúgva huga tíns
brøttu bjargaleiðir.
Karsten Hoydal (1912-1990)
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
4. stílevni
Ein
góður dagur



