http://fc.skulin.fo/~bergur.rasmussen/03A213D6-0066405A.1/Havnar%20s%C3%B8ga.pdf

Uppgáva í Søgu og Samtíð - mars 12

 

Brúkið kapittulin í bókini og minst tvær keldur aftrat fyri lýsa innihaldið í kapitlinum.

Skrivið tykkara egnu niðurstøðu um týdningin av tí, sum kapittulin snýr seg um.

Minnist til, at bókin ikki er spildurnýggj. – Hevur tað týdning fyri niðurstøðuna hjá tykkum?

Síggjast nakrar avleiðingar av hendingunum í tykkara parti aftur í okkara nútíð?


(Ymsu bólkarnir skulu viðgera ymisk síðutøl í ymsum bókum, men tað gangi eg altso út frá, at tit sjálvi hava skil á ... gleði meg ið hvussu er at sleppa at lesa uppgávusvarini.)

Uppgáva um Rybergshandilin:

Les brotið: "Niels Ryberg og vegurin fram"
Q - Í endanum á brotinum verður sagt: "Her er talan um serligan mann, ið stovnar smuglara-virksemi í Havnini í 1768."
Nevn 2 ting við manninum, ið ger hann "serligan"

Hygg at talvuni á s. 13, har vørurnar í handlinum eru gjørdar upp.
Q - Hvussu nógvir litrar av romm vórðu umskipaðir í Havnini í 1979, tá ið oksahøvdini vóru fægst, og hvussu nógvir litrar vórðu umskipaðir árið frammanundan, tá ið nøgdin var størst?
Hvat man virðið hava svarað til í okkara peningi?
(kanska wikipedia veit?)

----

Leinkja til tilfarið um "Kalda kríggið" verður løgd út her fyri páskafrítíðina ... vónandi :-)

----

í viku 38 arbeiða vit við hesi uppgávuni í søgu:

Uppgáva 1

Hvør bólkurin skal finna minst eina mynd og millum tvær og tríggjar upplýsingar, ið knýta nevnda persónin ella hendingina at nevnda árinum.

Hesar myndir og upplýsingar skulu vera skipaðar so, at tær umframt at kunna vera spældar av sum framløga á teirri samvirknu talvuni eisini kunnu heingjast  upp á eina søgutíðarlinju, ið hongd verður upp í flokkinum. Framløgan fer eftir ætlan fram í næsta tímanum, og her er kanska snilt av læraranum at fáa teldutilfarið sent í góðari tíð (t.d. dagin fyri, at flokkurin hevur næsta søgutíman ...), so hann kann leggja tær saman í eina felags fílu at spæla av á talvuni.

í viku 39 arbeiða vit við hesi uppgávuni í søgu: 

Uppgáva 2

Billy Joel, sum er føddur í 1949, brúktu tær stórhendingarnar, ið fóru fram meðan hann vaks til, sum grund undir tekstinum til sangin “We didn’t start the Fire”, og er ætlanin, at næmingarnir á sama hátt skulu skipa stórhendingarnar, ið farnar eru fram tey 15 árini ella so, ið teir hava verið til.

Í “We didn’t start the Fire” eru 6 – 7 hendingar nevndar hvørt árið fram til, at Joel hevur umleið sama aldur, sum næmingarnir í 9nda flokki hava, og tí kann tað vera sera  áhugavert hjá teimum at finna og skipa tær stórhendingar, ið farnar eru fram í teirra  livitíð.

Tó at hendingarnar kunnu vera av øllum handa slag – og bæði føroyskar og útlendskar – er kanska snilt at avmarka okkum til 4 fyri hvørt árið, tí annars verður tað kanska ov rúgvismikið hjá okkum.

Tær 4 upplýsingarnar kunnu vera 1-2 føroyskar hendingar + 1-2 útlenskar hendingar + 1 ítróttar- og/ella popp-hending fyri hvørt árið ...

Hesa uppgávuna kunnu næmingarnir loysa í somu bólkunum, sum arbeiddu saman í fyrsta dupult-tímanum, um hugurin er til tess; men aðrar samansetingar eru eisini møguligar.

Teksturin til sangin er her:

1949:   Harry Truman; Doris Day; Red China; Johnnie Ray
            “South Pacific”; Walter Winchell; Joe DiMaggio

1950:   Joe McCarthy; Richard Nixon; Studebaker; television
North Korea; South Korea; Marilyn Monroe

1951:   Rosenbergs; H-Bomb; Sugar Ray; Panmunjom
Brando; "The King and I" and "The Catcher in the Rye"

1952:   Eisenhower; vaccine; England's got a new queen
Marciano; Liberace; Santayana goodbye

CHORUS
We didn't start the fire,
It was always burning
Since the world's been turning
We didn't start the fire,
No we didn't light it
But we tried to fight it

 

1953:   Josef Stalin; Malenkov; Nasser and Prokofiev
Rockefeller; Campanella; Communist Bloc

1954:   Roy Cohn; Juan Peron; Toscanini; Dacron;
Dien Bien Phu falls; “Rock Around the Clock”

1955:   Einstein; James Dean; Brooklyn's got a winning team
“Davy Crockett”; “Peter Pan”; Elvis Presley; Disneyland

1956:   Bardot; Budapest; Alabama; Khrushchev
Princess Grace; “Peyton Place”; Trouble in the Suez

CHORUS: We didn’t start the fire ...

 

1957:   Little Rock; Pasternak; Mickey Mantle; Kerouac
Sputnik; Zhou Enlai; “Bridge On The River Kwai”

1958:   Lebanon; Charles de Gaulle; California Baseball
Starkweather homicide; Children of Thalidomide

1959:   Buddy Holly; “Ben Hur”; Space Monkey; Mafia
Hula Hoops; Castro; Edsel is a no-go

1960:   U2; Syngman Rhee; payola and Kennedy
Chubby Checker; “Psycho”; Belgians in the Congo

CHORUS:
We didn't start the fire ...

 

1961:   Hemingway; Eichmann; “Stranger in a Strange Land”;
Dylan; Berlin; Bay of Pigs invasion

1962:   “Lawrence of Arabia”; British Beatlemania
Ole Miss; John Glenn; Liston beats Patterson

1963:   Pope Paul; Malcolm X; British Politician sex
J.F.K. blown away, what else do I have to say?

CHORUS: We didn't start the fire ...

 

1964-89:   Birth control; Ho Chi Minh; Richard Nixon back again
Moonshot; Woodstock; Watergate; punk rock

Begin; Reagan; Palestine; Terror on the airline
Ayatollah's in Iran; Russians in Afghanistan

“Wheel of Fortune”; Sally Ride; heavy metal suicide
Foreign debts; homeless Vets; AIDS; Crack; Bernie Goetz

Hypodermics on the shores; China's under martial law
Rock and Roller cola wars – I can't take it anymore!!

CHORUS: We didn't start the fire ...


 



 

 

 

Í viku 34 og viku 35 arbeiða vit við hesi uppgávuni um Kennedy-morðið:

Nú sleppur tú at royna teg sum granskara – morðið á John F Kennedy

Í søgu hevur tað sera stóran týdning at vera keldukritisk/ur. Hvaðani havi eg fingið mínar upplýsingar? Er keldan trúlig? Fyri at tú skalt kunna siga nakað um søguligar hendingar, skalt tú hava samanborið upplýsingarnar frá minst tveimum ymiskum keldum. Men tað er ikki líkamikið, hvørjar niðurstøður tú kemur til. Niðurstøðurnar skulu í stóran mun taka støði í tí tilfari, tú hevur funnið. Eitt annað krav er, at tú roynir at lýsa málið so objektivt, sum til ber, tað merkir, at tú roynir at leggja til viks egnar persónligar sannføringar og hugsanir.

At tað er sera trupult at siga nakað endaliga satt um nakað, sum hent er fyri langari tíð síðani, sæst í, hvussu ósamdir søgufrøðingar kunnu vera um eitt evni. Til eru stórir “skúlar”, sum stuðla antin øðrum ella hinum “sannleikanum”. Tó er semja um avgerandi fakta. Tað er t.d. eingin, sum kundi funnið uppá at noktað fyri, at fyrra heimskríggj hevur verið.

Skal tú klára teg sum søgufrøðing er eisini avgerandi, at tú ert ein góður forteljari. Tú skalt klára at bera fram kunnleika tín og innlit tíni á ein hátt, sum vekir lesarans áhuga.

Nú er tað tú, sum skal granska og skriva ein søgutekst! Set tær fyri at leita fram upplýsingar frá álítandi keldum.

1.       Finn fram upplýsingar um morðið á John F Kennedy. Har íður í spennandi upplýsingum. Er morðgátan loyst, ella er hon ikki? Lyklaorð: konspiratión, CIA, Oswald, Zapruder, Ruby o.o. Ver sera varin, tá ið tú velur tínar keldur.

2.       Skriva eina “søguliga” grein um morðið á John F Kennedy. Royn gera hana áhugaverda fyri lesaran hjá tær. Kanska tú finnur eina mynd, sum kann illustrera tekstin hjá tær? Gloym ikki at vísa til tínar keldur!

3.       Vís einum floksfelaga tekstin hjá tær. Samanber tekstirnar hjá hvørjum øðrum. Hava tit funnið somu upplýsingar? Um ikki, roynið so at finna fram til, hvør hevur rætt!