Føroyskt: Fyrisagnir
Her verða fyrisagnirnar, vit skriva í føroyskum í ár lagdar.
So kanst tú fylgja við og rætta møguligar villur.
Summar av fyrisøgnunum eru "ordiligar" royndar-fyrisagnir, sum hava verið brúktar, meðan aðrar eru greinar, hugleiðingar, bloggur, ummæli, søgur og annað mangt ...
------------------
22/2-12: Fyrisøgn 6
Summarkvøld
Tað var eitt kvøldið, vit vóru farin seint í song. Vit áttu eitt lítið barn, sum skuldi hava at súgva um náttina, og um trítíðina gjørdi tað vart við seg.
Eg helt, at konan skuldi hava frið og fór tí sjálvur upp og út í køkin at fløva eina fløsku við mjólk.
Tá ið eg komi út í køkin og tendri ljós, síggi eg eina gamla konu sita á bríkini við komfýrin. Eg stóð eina løtu sum kánus. Eg kendi hana ikki. Hon var dimt ílatin, dimt skjúrt og svart turriklæði um snjóhvíta hárið. Andlitið var langt og skarpleitt. Eg hevði ongantíð sæð hana fyrr, og ikki var undarligt, sum eg hvakk við.
Meðan eg standi sum negldur og hyggi at henni, kámast hon fyri eygum mínum, og tað er bara ein løta, so er hon burtur.
Sjálvandi varð eg illa við, men eg vildi ikki hugsa um tað, fór yvir at komfýrinum, heitaði fløskuna í heitum vatni og fór inn í kamarið við henni.
Eg segði ikki konuni frá tí, sum hevði gyklast fyri mær í køkinum. Eg helt, at slík frásøgn helst skuldi bíða til dagur var komin.
Nakrar dagar seinni kom eg í prát við ein mann og segði honum frá hesi sjón. Hann segði seg tá minnast, at fyrr høvdu eini lág, gomul hús staðið nakað niðan fyri hús okkara, og har hevði henda gamla konan búð.
(úr bókini Mangt er millum himmal og jørð)
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------
4/1-12: Fyrisøgn 5
Ein bóndi gjørdi seg út til at fara til ein bý, sum var nakrar dagsleiðir burturi. Tá ið hann skiltist frá konuni, lovaði hann at hava okkurt vakurt aftur við sær og spurdi, hvat hann skuldi keypa henni. Konan svaraði, at hon ynskti sær ein kamb. Tá ið maðurin spurdi hana, hvussu hann skuldi vera skikkaður, vísti hon á kvøldhimmalin, har tann nýtendraði mánin var at síggja.
Bóndin fór sína leið, kom nakrar dagar seinni til býin, avrikaði síni ørindi og ætlaði sær at venda heim aftur. Tá rann tað fram fyri hann, sum hann hevði lovað. So fór hann inn í ein handil, har mong vøkur ting vóru til keyps. Tíverri hevði hann gloymt, at tað var ein kamb, konan ynskti sær. Hann mintist bara, at gávan skuldi vera skikkað sum mánin, og hetta segði hann handilsmanninum. Hesin helt, at so kundi tað ikki vera annað enn ein spegil og peikaði á fullmánan, sum skein so bjartur á himlinum.
Bóndin helt so við og fór heim til konuna við hesum tinganesti. Konan, sum ikki hevði sæð ein spegil áður, hugdi í hann, hvakk við og fór grátandi inn til mammu sína. Spurd hví hon græt, svaraði hon, at maður sín hevði tikið eina fremmanda konu inn í húsið. Mamman bað lata seg síggja, treiv eftir speglinum og bað hina yngru ikki leika so í, tí hatta var einki annað enn eitt gamalt mishátt konufólk.
(úr Sagnir og Ævintýr hjá Jacob Jacobsen)
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fyrisøgn 4
“Where the Wild Things Are” er ein filmatisering av bókini hjá Maurice Sendak, ið bert er 18 síður til longdar. Bókin kom út í 1963, og í 2009 kom filmurin út.
Filmurin snýr seg um níggju ára gamla Max, sum hevur tað eitt sindur trupult heima. Mamman og pápin eru skild, men mamman hevur fingið nýggjan sjeik, og pápan sær hann lítið og einki til. Systurin Claire er nógv saman við vinfólkum sínum og hevur ikki stundir til Max. Hetta, og tað at hann hevur eitt stutt fjús, ger at hann ofta klandrast við mammuna.
Eitt kvøldið, tá ið Max hevur klandrast við mammu sína, flýggjar hann út í skógin. Har finnur hann ein bát og siglir inn í hugaheim sín. Í hugaheimi sínum møtir Max alskyns trøllum og øðrum verum. Hesi eru ein endurspegling av persónum í lívinum hjá Max og av Max sjálvum. Ferðin inn í hugaheimin lærir Max nógv um seg sjálvan.
Tað er fantastiskt, hvussu væl tað ber til at finna seg sjálvan aftur í 9 ára gamla dreinginum. Børn hava eginleikan at hvørva inn í teirra egna hugaheim og at halda øllum øðrum úti. Eg havi einki vánaligt at siga um hendan filmin. “Where the Wild Things Are” er bæði til børn og vaksin, ið enn hava eina leivd av hugflogi og spælisjúku eftir í kroppinum. Filmurin er fullur av kærleika, hita, humor og lærdómi.
- - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -
Fyrisøgn 3
Eg havi eitt ótal av síðum á Facebook, sum mær Dámar. Ein av teimum eitur We are supporting Menal Alsharif.
Av og á hyggi eg inn á tær ymsu síðurnar fyri at vita, um nøkur dagføring er, ella um eg eventuelt skal deleta og gloyma alt um hetta.
Í morgun las eg tey gleðiligu tíðindini, at Abdullah kongur í Saudi Arabia hevur givið kvinnum valrætt. Tað vil siga bara til lokalval ikki til parlamentið.
Men tað er so avgjørt ein byrjan! Bara fyri at taka okkum sjálvi sum dømi, so sluppu føroyskar kvinnur at velja til kommunustýri í 1908 og til løgtingið í 1918. So tað gongur rætta vegin, eisini í Saudi Arabia.
Grundin, til at eg setti meg fyri hesari síðuni á Facebook, var tó ikki valrættur, men rætturin hjá kvinnum at koyra bil. Tann 17. juni setti hon seg og aðrar við aftan fyri róðrið á bilum og koyrdu runt í býnum. Fyri tað var hon handtikin og sat 10 dagar í fongsli. Eg haldi ikki, kvinnur í Saudi Arabia enn hava fingið henda rættin. Tær noyðast framvegis at biðja eitt mannfólk koyra fyri seg og biðja menn um loyvi at fara at ferðast.
Tað er í grundini heilt ótrúligt, at rætturin at velja ikki er sjálvsagdur, men tað er hann als ikki. Bara síðan eg varð fødd, hava 65 lond givið kvinnum sínum valrætt. Flestu lond eru í Afrika og Asia, men tað seinasta europeiska landið, eg kenni til, er Liechtenstein, sum gav kvinnum valrætt í 1984.
OSS - Ofta settir spurningar:
Val / Væl - hvaðani stavar munurin?
Navnorðið eitt val er í familju við sagnorðið at velja, og í sagnorðabendingini hava vit tátíðarformin hann valdi, har vit eisini hava a ...
Tá ið vit hava orð, har a í bendingini verður til e, siga vit, at talan er um i-umljóð.
Hetta síggja vit aftur í øðrum orðum:
vera - var
bera - bar
lesa - las
Hjáorðið væl hevur æ, tí talan er um gamalt langt ljóð í norrønum vél,sum hjá okkum er vorðið væl.
Hetta síggja vit aftur í hesum orðum:
sér - sær
tér - tær
mér - mær
... henda úttalan er varðveitt í syðsta partinum av landinum!
-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fyrisøgn 2
Flokkurin skrivaði ofta stíl. Dupult so ofta sum síðuflokkarnir. Nakrir gingu aftur hvørt ár, og ein teirra var, hvat tú hevði fingið burtur úr summarfrítíðini.
Anna hevði verið og ferðast hjá skyldfólki, sum búðu á bygd, og har hevði hon saman við nøkrum systkinabørnum notið eina vakra summarnátt. Tey koyrdu í einum rugbreyði út í náttúruna og settust á eitt stað við serliga vøkrum útsýni.
Tey høvdu tikið ein breyðbita við og sótu og sóu sólina koma upp. Tað var ómetaliga vakurt, og Anna var hugtikin av hesi náttini. Hon skrivaði ein stíl, sum hon var ivaleys í at fáa gott ummæli fyri, tí at tað kom frá hjartanum.
Lærarin plagdi altíð at lesa tríggjar stílar, sum honum dámdi best, fyri flokkinum. Hann las viðhvørt stílar hjá Onnu upp, og hesin, visti hon, var góður.
Dagurin kom, tá tey skuldu fáa stílin aftur. Lærarin segði, at tað var altíð spennandi at síggja, hvat tey ymisku høvdu nýtt summarfrítíð sína til. Tey flestu høvdu góð áhugamál, men onkur var farin heilt av leið. Tá hann segði hetta, hugdi hann at Onnu. Hon hugsaði tó ikki meira um hetta.
OSS - Ofta settir spurningar:
-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fyrisøgn 1
Eg fór beinanvegin til gongu niðan móti Skansabrekkuni einsamallur á fyrsta sinni í teirri stóru verð. Komin eitt sindur niðan brekkuna vendi eg mær við, so at eg fekk hugt oman á Kongabrúnna. Tá stóð pápi og hugdi aftan á mær, undarliga sorgarbundin í andlitinum, og eg visti ikki hví. Hvat mundi bila honum? Men eg hevði so nógv at hugsa um, at eg kundi ikki fara at taka mær av hansara sorgum, um hann hevði nakrar, og eg gloymdi hann straks.
Á bústaði mínum fekk eg nátturða, og tó at fólkini vóru blíð og týð, so vóru tey fremmand, og eg skundaði mær inn á kamar mítt. Tá var skýmt, men enn hómaðist Kongaminnið uppi á sýnuni gjøgnum vindeygað. Beint uttanfyri høgrumegin var ein hamari, ein gøta gekk niðan á hann. Næsta húsið eitt sindur niðanfyri var hvítt, tað var av betong. Beint yvirav stóðu eini onnur hús, tey vóru lítil og reyð og klødd við rukkutum sinkplátum. Á bønum oman fyri tey stóðu nakrar reyðbrúnar hømiliur og lavaðu við krúnunum. Men her vóru eingi fjøll og ongar líðir.
OSS - Ofta settir spurningar:



