Nú tað stundar til val, hildu næmingarnir røður á Doktaragrund

Útiskúli 18. okt í Havn og á Hvítanesi

Týsdagin 18. okt var gott útiskúlaveður: sól pg klárt í veðrinum, lítið av vindi. Tó so, onkrir dropar vóru. Vit gingu gjøgnum býin, oman á Reyn og út á Skansan, har vit fóru upp i bussin til Hvítanesar. Sí HER, hvar vit gingu.(Sæst eisini, hvar vit koyrdu við bussi)

 

Hetta gjørdu vit

Hetta lærdu vit / hetta vandu vit

  • Tosaðu um trø og bygningar í miðbýnum
  • Tosaðu um kirkjugarðin á Reyni
  • Tosaðu um Doktaragrund
  • Gingu kring Hvítanes
  • Kannaðu fjøruna á Hvítanesi
  • Lósu úr søguni "Mick Harte var her"

  • At elstu trøini í miðbýnum eru meiri enn 100 ár
  • At gamli bókhandil var fyrsti realskúlin í Føroyum
  • At Kommunuskúlin einaferð húsaðist, har sum skrivstovan hjá borgarstjóranum er
  • At á Doktaragrund stóðu húsini hjá doktaranum og har hava nógvir fólkafundir verið hildnir
  • Upplestur úr Mick Harte
  • Lærdu týdningin av orðinum "at undra":vekja undran, gera bilsnan el. ovfarnan, tað undrar meg stórliga; tað er ikki at ~ tað er ikki løgið; ~ seg el. undrast gerast bilsin el. ovfarin (av e-m); undrast á (e-t) gerast bilsin el. ovfarin um (e-t); sms. t.d. há-,
  • Góða kropslig venjing, bæði runnu og gingu