9.d
Felags foreldrafundur
Skúlastýrið í Tórshavnar Kommunuskúla
bjóðar øllum foreldrum/ avvarðandi til felags foreldrafund hóskvøldið 15. mars
2012 kl.: 19.00 í Eikilund í Gula skúla í Kongagøtu.
Evnið verður LESING:
- avbjóðingar
- innlæring
- faklig lesing
Fyrilestrarhaldarar verða:
Verkætlanarframløgur hjá 9.d
Týsdag 14. feb.
Tíð Evni og bólkur Hølið:
Kl:
8.30 Bólkur 1 – Børn við autismu Fundarhølið
10.00 Bólkur 5 – Rúsdrekkamisnýtsla Barakk
11.30 Bólkur 7 – Sizofreni Fundarhølið
13.00 Bólkur 8 – Móti Barakk
Mikudagur 15. feb
Tíð Evni og bólkur Hølið:
Kl:
8.30 Bólkur 4 – Fremmandalív Fundarhølið
10.00 Bólkur 2 – Átrúnaðarbroyting Barakk
11.30 Bólkur 3 – Illuminati Fundarhølið
13.00 Bólkur 6 – Rúsevni Barakk
Tíðirnar eru settar, tá framløgan byrjar. T.v.s. at tit skulu verða klár at leggja fram til ásettu tíð. Tit hava í minsta lagi ein hálvan tíma at fyrireika hølið. So møtið í góðari tíð.
Allir hinir bólkarnir skulu verða áskoðarar til framløgurnar. Øll hyggja at øllum J
Foreldra- og næmingaviðtalur hósdagin 26. januar 2012
Tað er sera umráðandi, at næmingurin er við til viðtaluna, tá tað er útbúgving og trivnaður næmingsins, ið er í miðdeplinum.
Tit eru vælkomin at skifta tíðir um tykkara millum, um ásettu tíðir ikki bera til.
Eg og Malan Dahl, ið hevur tey í støddfrøði, verða til viðtalurnar, og vit fara at royna at halda tíðarnar, so tit ikki koma at bíða ov leingi.
Viðtalurnar verða í flokshølinum hjá 9.d (ovara barakkin innast).
Kl 13.45 Astrid Poulsen
Kl. 14.00 Bent Rubeksen
Kl. 14.15 Brandur Mohr Simonsen
Kl. 14.30 Durita Kvilt Jónsdóttir
Kl. 14.45 Heini Johannesen
Kl. 15.00 Helena Lamhauge-Mortensen
Kl. 15.15 Jógvan Martin Joensen
Kl. 15.30 Jóhanna Alberg
Kl. 15.45 Jónas Haraldsen
Kl. 16.00 Jórunn Davidsen
Kl. 16.15 Jørgun Frans Jørgensen
Kl. 16.30 Kári Fossaberg Ellingsgaard
Kl. 16.45 Maria Olsson
Kl. 17.00 Marta Olsson
Kl. 17.15 Markus Justinussen Gudmundsson
Kl. 17. 30 Ragnar Rasmussen
Kl. 17.45 Ragnhild Degn í Haraldsstovu
Kl. 18.00 Rói Berg Hansen
Kl. 18.15 Rudi Samuelsen
Kl. 18. 30 Ruth Poulsen
Kl. 18.45 Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin
Kl. 19.00 Teitur Bisp
Kl. 19.15 Mona Dam Poulsen
Kl. 19.30 Christina Maria Isholm Wind
Allir lærarar á skeiði, og næmingarnir frí.Fríggjadagin 25. nov. 2011 kl. 08.00 – 16.00 og mánadagin 27. feb. 2012 kl. 09.00 – 15.00 skipar Mentamálaráðið fyri læraraskeiði í fakligari lesing í Kommunuskúlanum.
Næmingar skúlans hava frí hesar báðar dagar.
- Tórshavnar Kommunuskúli
Royndartíðir til skrivligu jólaroyndina des. 2011:
Royndin verður úti á Argjum. Dreingirnir verða í fimleikahøllini, og genturnar verða í stovu 13. Tað er sera umráðandi, at tit møta 15 min. áðrenn royndin byrjar. Havið amboð vð, so sum blýant, penn, eiglablóð, viskileður, passara, vinkulmátara, linjál o.s.fr.
Til framsetingarnar skriva tit við teldu, ið tit fáa frá skúlanum. Fø og da rættskriving verður skrivað við hond, men tit nýta telduorðabøkur.
Greiðslurokning skal skrivast inn við penni.
Mán. 28. nov. Enskt 8.15-12.15
Týs. 29. nov. Fø framseting 8.15-12.15
Mik. 30. nov. Da framseting 8.15-12.15
Hós. 1. des. Greiðslurokning 8.15-12.15
Frí 2. des. Fimisrokning 8.15-9.15
Fø rættskriving 9.45-11.15
Da rættskriving 11.45-12.45
Trygdarvenjing
Mentamálaráðið hevur álagt skúlunum at hava eina tilbúgving í samband við skotvanda. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini trygdarvenjing í morgin, mikudagin 16. nov. millum kl. 10 og 11.
Venjingin fer fram á sama hátt, sum eitt nú ein venjing í samband við brunatrygd.
Endamálið við venjingini er at fyrireika hvønn einstakan sum best, um slíkur vandi skuldi staðist.
Við kvøðu,
Arbeiðsbólkurin.
Góðu foreldur og næmingar
9D Brunch í Margarinfabrikkini leygardagin 12 november
Næmingar, foreldur og systkin – og flokslærarin verða hervið boðin til ein góðan brunch leygardagin 12. november í Margarinfabrikkini.
Tiltakið byrjar við, at tit deiliga nývaknaði møta í góðum hýri til ein coolan brunch við øllum sum hartil hoyrir. Vit møta kl 11 og eru liðug umleið kl 13. Ljóðar hetta ikki sum eitt frálíkt hugskot? Hetta er jú síðsta árið flokkurin er saman – og er hetta eitt gott høvi at møtast.
Átakið verður skipað soleiðis, at vit 4 foreldraumboð standa fyri innkeypi og ger av brunchinum. Goldið verður kr 100 fyri hvønn næmingin og er hetta lutfalsliga lítið. Keypt verður inn í mun til peningin, ið kemur inn og skal tí gjaldast í seinasta lagi mikudagin hin 9 november til flokslæraran Maluna Eyðunsdóttir.
Fyri at vit kunnu tilrættaleggja innkeyp, uppdekking, v.m. kunnu tit somuleiðis senda ein teldupost í seinasta lagi 9 november til undirritaða, sum sær soleiðis út:
_____Ja (set x) , vit ynskja at luttaka og frá okkara húski luttaka íalt ____ persónar.
_____Nei (set x), tíanverri liggur ikki fyri at luttaka á hesum ógloymandi tiltaki.
Til síðst: gott hevði verið um nøkur foreldur kundu melda seg til at verðið við til upprudding aftaná tiltakið. Meldið vinariga til hetta við at svara hesum telduposti og seta x her: ____ ja, vit luttaka í upprudding J
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Rúna á telfon 281019 ella Ingvør á telefon 215775.
Gleða okkum at síggja tykkum øll.
Vegna foreldraumboðini
Richard Mortensen
Sangur til ein firvald
Maria Kuchen
Skaldsøgugreining
- Kjarnin
– Greið í stuttum frá, hvat bókin snýr seg um.
- Persónar
a) Eitt yvirlit yvir næmingarnar í 9. b stendur á síðu 10. Ger út frá hesum eitt yvirlit yvir, hvussu sambandið er millum ymsu persónarnar í bókini. (Bæði næmingarnar í flokkinum og tey vaksnu)
b) Við støði í uppgávu a) met um, hvørjir høvuðspersónarnir eru.
c) Hvussu lýsa høvuðspersónarnir seg sjálvar?
d) Hvussu verða høvuðspersónarnir lýstir av hinum persónunum í bókini?
e) Hvussu broytast hesar persónslýsingar, so við og við sum søgan verður fortald?
- Evni
- Hvørji evni viðgerð bókin, og hvussu koma hesi evni til sjóndar í tekstinum? Greið frá, grundgev og vís á dømi í tekstinum.
- Bygnaður
- Hvussu er bókin bygd upp? Hvussu við frásøgufólki og sjónarhorni? Hvørja ávirkan hevur bygnaðurin og frásøguhátturin á teg sum lesara? Hvat man høvundurin vilja við hesum?
- Tíð og stað
a) Hvussu verða støðini í bókini lýst? Býurin Ongastaðni og býarparturin Eidalur? London? Hví verða støðini lýst júst soleiðis? Hvat man endamálið vera? Greið frá, grundgev og vís á dømi í tekstinum.
b) Nær fara hendingarnar fram? Kunnu vit áseta nakra beinleiðis søguliga tíð? Hvussu við søgutíðini? Yvir hvussu langt tíðarskeið fevnir sjálv søgugongdin?
- Umhvørvið
- Hvussu verður heimaumhvørvið hjá teimum ymsu persónunum lýst? Er munur á heimaumhvørvinum hjá t.d Elsu Mariu, Riinu og Maju?
- Myndir og samanberingar
- Í bókini er ein rúgva av myndamáli, samanberingum og symbolikki. Greið frá, grundgev og vís á dømi í tekstinum. Í hvønn mun ávirkar hetta huglagið í tekstinum, og hvat er endamalið?
8. Niðurstøða
- Tak samanum og met um, hvør høvuðshugsanin í skaldsøguni er. Sig eisini tína egnu hugsan um bókina, og minst til at grundgeva fyri tínum sjónarmiðum.
Góðan arbeiðshug J
Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 5. okt. kl. 17. Fundurin verður í flokshølinum hjá 9.d (ovara barakkin innast).
Á skránni verður m.a. Vitanetið og heimasíðan, próvtøkan, verkætlanin, val av foreldraumboðum o.a.
Seturskúli 2011
Góðu foreldur og næmingar í 9. c og d.
Vit fara á seturskúla 21. og 22. september. Leiðin gongur til Selatraðar, har vit gista eina nátt á skótadeplinum.
Farið verður úr Kommunuskúlanum við bussi mikudagin 21. september kl 8.15, og vit fara av aftur Selatrað hósdagin 22. september uml. kl 15.
Kostnaður fyri túrin er 400 kr fyri hvønn, og tá er gisting, ferð og matur íroknaður. Næmingarnir verða bidnir um at hava peningin við í skúla, tá tey byrja aftur eftir starvslæruna mánadagin 19. september.
At hava við:
Soviposa
Góð klæði (møguliga regnklæði)
Handklæði, tannbust o.a.
Stóran matpakka til fyrsta dagin
Vinaliga
Elin Djurhuus, Malan Eyðunsdóttir og Petur Veihe
Hey tit
Vælkomin á nýggju floksheimasíðuna :)
Framyvir fara tit at fáa felags boð o.a. her á síðuni. Alt heimaarbeiði verður tó lagt á Vitanet. Tit mugu øll syrgja fyri at fara inn á Vitanetið hvønn dag.
Tit nýta tykkara brúkaranavn á First Class, og tað er somuleiðis loyniorðið, fyrstu ferð tit logga tykkum á. Tit verða síðani biðin um at broyta loyniorð. Minnist til at velja eitt loyniorð, ið er lætt at minnast. Tit verða biðin um at bróta loyniorð við jøvnum millumbili - hetta er nakað við trygdina at gera - men tað inniber, at tit kunnu skifta millum 3 ymisk loyniorð. T.d. Malan1, Malan2 og Malan3 ;)
Eru tað annars spurningar viðvíkjandi Vitanetinum. Gloymt loyniorð, onkran trupulleika at logga á o.s.fr., so skrivið til annilisa@elektron.fo. Minnist til at upplýsa navn og flokk :)




